Vinna

U22-menninir í holt við heimselituna

Týsdagin fór U22-landsliðið við monnum til Lettlands at kappast í EM-undankapping, sum byrjar í dag.

2022-05-19 11:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Upprunaliga skuldu fýra lið vera í bólkinum, men orsakað av krígnum í Ukraina eru Russland og Hvítarussland útihýst frá kappingini, og tí varð kappingin umskipað, og Føroyar komu í bólk B, har bara trý lið eru: Lettland og Serbia umframt Føroyar.

Hetta er fyrstu ferð at CEV, Evropeiska Flogbóltssamgongan, skipar fyri EM í U22-aldursbólkinum, og hetta er eisini fyrstu ferð at Føroyar yvirhøvur hava meldað landslið (U22-menn og U-21 kvinnur) til eina kapping hjá CEV, har møguleiki er at møta einum av teimum heilt sterku liðunum úr øllum Evropa. Hinar kappingarnar, Føroyar fyrr hava luttikið í, hóast tær hoyra undir CEV, hava verið avmarkaðar til bert at umfata smátjóðirnar í evropa, ella Norðurevropeiska økið, kallað NEVZA, sum eru Norðurlond og Ongland. 

Og tað er vorðið sum mótstøða, Føroyar nú hava fingið!  Serliga Serbia er krútsterk flogbóltstjóð. Í 2011 vann U21-liðið hjá Serbia bronsu í heimsmeistarakappingini, sum var í Brasil. A-landsliðið hjá Serbia er í løtuni styrkismett sum nr. 5 í Evropa og nr. 9 í heiminum og endaði á fjórða plássi í seinastu EM-kappingini, sum var í fjør. Harafturat hevur Serbia vunnið EM-gull í 2019 og í 2011, og bronsu í 2017, 2013 og 2007. Bæði FIVB (Altjóða Flogbóltssamgongan) og CEV rokna Serbia sum arvtakan av úrslitunum hjá Jugoslavia (1948-1991) og Serbia og Montenegro (1992-2006), og soleiðis verður Serbia roknað sum ánari av olympiska gullinum í Sydney 2000 og hópin av øðrum heiðursmerkjum í øðrum stórum kappingum, t.d. silvur í HM 2003.  

Lettland er kanska ikki heilt á sama stigi sum Serbia, men eisini Lettland hevur góð úrslit at vísa á í ungdómsflogbólti, og í 1997 gjørdist lettiska U21-liðið nr. 8 í HM-kappingini. Ikki tykist lettum at óttast føroyska liðið stórvegis, tí við heimasíðuna hjá Lettiska Flogbóltssambandinum segði lettiski landsliðsvenjarin, Lauris Iecelnieks, at : “Vit hava ongar upplýsingar um Føroyar, men vit áttu ikki at fingið trupulleikar av teimum”.  Føroyar hava heldur ikki so øgiliga nógva vitan um lettiska liðið, men lesast kann, at hæddin á teirra leikarum, sum ikki eru hevarar ella libero, er 195,6 cm í miðal. Tað er væl meira enn okkara røkka í miðal.

Føroyska U-22 landsliðið:
Bjarni Joensen (SÍ) Nr. 2
Filip Ilic (ÍF) Nr. 5
Ólavur Johannesen (Mjølnir) Nr. 4
Matias Nolsøe Isaksen (Fleyr) Nr. 1
Julian West Niclasen (SÍ) (ikki á myndini)
Jónfinnur Hansen (Fleyr) Nr. 10
Ragnar Weihe (SÍ) Nr. 14
Jón Weihe Simonsen (SÍ) Nr. 6
Vuk Ilic (ÍF) Nr. 7
Josiah Lukama (Mjølnir) Nr. 11
Silas Poulsen (SÍ) Nr. 8
Símun H. Poulsen (Mjølnir) Nr. 13 

Høvuðsvenjari er Jens Bang, og hjálparvenjarar eru Boban Ilic og Cristian Imhoff.

Dystarskráin:
19. mai kl. 17:00: Føroyar – Lettland
20. mai kl. 17:00: Serbia – Føroyar
21. mai kl. 14:00: Lettland – Serbia

Fimm aðrir bólkar eru í kappingini, sum verða avgreiddir í ymsum londum. Bólkavinnararnir saman við besta tvey’aranum í øllum bólkunum fara víðari til sjálvt EM-endaspælið, sum verður í Póllandi í julimánaði.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder