Vinna

U20 menn: EM-liðið er úttikið

HSF: Venjararnir Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava úttikið 18 leikarar til U20 EM-endaspælið í Portugal.

2022-06-13 16:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin
Vinstri vengur:
Janus Dam Djurhuus, H71
Baldur Gillason, KÍF
Høgri vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold
Hanus Árason, Neistin
Bogi Hansen, H71
Strikur:
Viktor Johan Nørlyng Gaini, GOG Svendborg
Sakir Frýdal, H71
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Bakspælarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, H71
Óli Mittún, H71
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ovi Lützen, Kyndil
Kristoffur Bjørgvin, Kyndil
Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Ári Jógvansson Olsen og liðleiðari Leif Kristoffersen.
Kappingin verður hildin í Porto í Portugal í tíðarskeiðmum 7. - 17. juli og frættist at nógvir føroyingar ætla sær suðureftir at stuðla.
Føroyar eru í bólki saman við Slovenia, Danmark og Ungarn. Slovenia var hægst styrkismett í bólkinum og hava Føroyar ikki møtt teimum áður. Slovenia gjørdist nr. 4 til U19 EM í fjør (EM2021 átti at verið leikt í 2020, men var útsett vegna korona). Slovenska liðið átti tá topskjúttan í kappingini Mitja Janc, sum er yngri bróður kenda slovenska leikaran Blaz Janc, sum spælir í Barcelona.
Føroyar hava møtt Danmark einaferð. Tað var í august í 2021 í Scandinavian Open, tá Danmark vann við tveimum málum. Danmark gjørdist nr. 5 til EM2021, eitt pláss aftanfyri Slovenia.
Ungarn gjørdist nr. 9 til EM2021 og hava Føroyar møtt teimum einaferð áður í hesum árganginum. Tað var til European Open í 2019 og tá vann Føroyar 22-20.
Leiksskráin sær soleiðis út:
Hósdagin 7. juli Danmark - Føroyar
Fríggjdagin 8. juli Føroyar - Slovenia
Sunnudaign 10. juli Ungarn - Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder