2023-08-03 23:01
HSF:
Bæði liðini byrjaðu dystin varisliga og komu fá mál fyrstu løtuna. Føroyska verjan stóð væl og megnaði at avvísa iransku skjúttarnar. Hinvegin máttu okkara eisini arbeiða hart fyri at koma til góðar kjansir, og var tað langt frá alt sum eydnaðist. Iranar fóru yvir til at spæla 7 móti 6 eftir 11 min. við støðuni 6-3, men lítið hjálpti, føroyska verjan stóð stinn saman við Sasha Lacok í málunum. Føroyska álopið steðgaði tó upp um miðjan hálvleik, har okkara í fleiri støðum vóru óhepnir og óneyvir. Iran legði nógv fyri at verja okkara vinstru síðu, har Óli Mittún spælir á bakkinum, men tíverri megnaðu okkara ikki at gagnnýta hetta til fulnar, tí ferð eftir ferð vóru stórir møguleikar brendir í høgru síðu, har pláss uppstóð. Seinstu løtuna fyri hálvleik tóktust iranar at troyttast móti góðu føroysku verjuni, og fóru okkara spakuliga at draga frá. Hálvleiksstøðan var 13-9 til Føroyar.
Seinni hálvleikur byrjaði við sera høgari leikferð og vóru tað okkara, sum stóðu stinnari og skoraðu tríggjar ferðir áðrenn iranar svaraðu aftur. Iran royndi seg við at mansverja Óla Mittún í einar 10 minuttir, men uttan at hetta gav stórvegis úrslit. Iranar fóru innaftur at dekka 6-0 og fingu teir nú veruliga fatur. Føroyska verja stóð ikki eins væl í hinum endanum. 5-1 verjan gav nógv pláss til teirra bakkar, og kláraðu okkara ikki at standa nóg væl ímóti mann móti manni. Samstundis høvdu føroysku málverjarnir eisini trupult við at fáa fatur og høvdu ein minni góðan hálvleik. Iran vann seg spakuliga inn í dystin og steðgaði føroyska álopsspælið upp. Yvirtalsspælið hepnaðist ikki nóg væl, og vóru okkara heldur ikki nóg kaldir tá møguleikarnir komu. Besta álopsvápnið, Óli Mittún, mátti út við krampa, tá 5 minuttir restaðu og mátti hann, sambært hondbóltsreglunum, harvið sita úti í trý álop, tá hann var tilsæddur á vøllinum. Okkara vóru nær við í fleiri royndum, men koppaði tað til Iran seinasti tveir minuttirnar
Føroyar møta Svøríki leygardagin kl. 18.00 og skulu Føroyar nú vinna dystin fyri at koma víðari til topp 16. Dysturin kann stroymast á youtube hjá IHF, sum eitur IHF Competitions.
Dystargongdin:
5 min. 2-1
10 min. 5-3
15 min. 6-5
20 min. 8-7
25 min. 11-9
30 min. 13-9
35 min. 17-11
40 min. 21-16
45 min. 23-19
50 min. 25-22
55 min. 26-26
60. min. 27-29
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 9 (7)
Ísak Vedelsbøl 5
Óla Jákup Gaard Olsen 4
Niklas Gaard 4
Rókur Ziskason 2
Jákup Egholm 2
Búi Poulsen 1
Málverjar:
Aleksandar Lacok 20%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald