Vinna

U19 dreingir: SÍ er føroyameistari

ÍF - SÍ (1-3) (25-23, 15-25, 15-25, 23-25)

2024-04-06 21:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



U19 finalan fyri dreingir ímillum ÍF og SÍ er leikt.  ÍF legðí hart fyri og vann fyrsta settið, eftir at SÍ hevði verið frammanfyri tað mesta av settinum. SÍ svaraði væl aftur og vann síðani tvey tey næstu settini rættuliga greitt.

Undan fjórða settinum, var spurningurin, um SÍ skuldi vinna dystin greitt, ella um talan skuldi gerast um ein javnbrótara.

Fjórða settið gjørdist munandi meira spennandi enn tvey tey undanfarnu, men móti endanum av settinum settu sørvingar trumf á, vunnu settið, dystin og føroyameistaraheitið.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Silas Poulsen úr SÍ.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder