Vinna

U16-kvinnur: Javnt í dysti við Ísland

.

2026-07-02 15:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


HSF.


U16-kvinnur: Javnt í týdningarleysum dysti
Tað var greitt undan dystinum móti Íslandi í dag, at Føroyar fóru at enda nr. 2 í niðara millumrundubólkinum. Føroyar vístu tó tenn, og við einum góðum endaspurti javnaðu okkara í allarseinasta sekundi til 15-15, eftir at hálvleiksstøðan var 7-6 til Ísland.
Føroyar spældu uttan størsta álopsvápnið og næsttoppskjúttan í kappinini, Sigrið Hansdóttir,í dag. Hon var hvíld og kom bert inn at skjóta fyrstu trý brotskøstini. Dysturin var tó tættur allan fyrra hálvleik. Verjan stóð væl, og høvdu okkara gott tol í álopinum. Liðini fylgdust allan hálvleikin, men vóru tað íslendingar, sum vóru frammanfyri tað mesta. Hálvleiksstøðan var 7-6 til Íslands.
Føroyar fingu nógvar útvísingar fyrstu løtuna í seinna hálvleiki og var tískil ringt at halda fast í verjuni. Ísland kom nøkur mál fram um, og vóru tær frammanfyri 15-11, tá tað restaðu 5 minuttir. Okkara góvu tó ongantíð upp og við einum rimmar endaspurti megnaðu Føroyar at fáa javnleik, har Fía Nolsøe javnaði í seinasta sekundi til 15-15.
Føroyar blivið við hesum nr. 2 í niðaru millumrunduni og skulu spæla um 11. pláss av teimum 20 í ársins European Open. Dysturin verður móti Svøríki í morgin kl. 13.15, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast á ehftv.com
Dystargongdin Ísland – Føroyar:
5 min. 2-1
10 min. 4-3
15 min. 6-4
20 min. 7-6
25 min. 11-8
30 min. 13-8
35 min. 15-11
40 min. 15-15
Málskjúttar hjá Føroyum:
Fía Nolsøe 4 (3)
Sigrið Hansdóttir 2 (2)
Hanna Thomsen 2
Nana Yaa Deku 2
Súnfríða Fonsdal Zachariasen 2
Hervør Hansen 1
Rannvá Heinadóttir 1
Olivia Kristiansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder