Ítróttur

U-21 landsliðið er fantastiskt

Aftur í kvøld vístu føroysku U-21 dreingirnir sínar dygdir, teir eru bara heiilt ótrúgligir, hava fult stigatal og hava leikt seg í fjórðingsfinaluna. Í morgin skal føroyska liðið møta Porturgal, men tann dysturin hevur ongan týdning.

Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 (3) - Dagsins spælari - Mynd: Sverri Egholm.

Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 (3) - Dagsins spælari - Mynd: Sverri Egholm.

2023-06-25 18:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyar eru í topp 8 og í fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum. Hóast ikki heilt flúgvandi, vunnu Føroyar greitt 33-27 móti Brasil í dag eftir hálvleiksstøðuna 16-13 til okkara. Tá Portugal eisini vann móti Spania, er longu greitt, at Føroyar eru víðari saman við Portugal.

Dysturin gekk javnt á fyrstu 15 minuttirnar. Føroyska álopsspælið var ikki heilt so flótandi sum fyrradagin móti Spania og sótu skotini útifrá ikki heilt líka væl. Brasilsku leikararnir spældu long álop og royndu at draga leikferðinga úr dystinum. Hetta órógvaði hetta okkara verjuspæl og risastóru vinstri bakkurin hjá Brasil, Monte, var ringur at halda og kundi skjóta heilt langt útifrá. Pauli Jacobsen í føroyska málinum hevði tó gott tak á hinum leikarunum og hevði fleiri fínar bjargingar. Pauli stóð við 38% í fyrra hálvleiki. Føroyar vann seg spakuliga fram um í seinnu helvt av fyrra hálvleiki og fóru til hálvleiks frammanfyri 16-13.

Myndin var hin sama fyrru helvt av seinna hálvleiki. Føroyar komu til góðar møguleikar, men tær løturnar, har okkara ikki vóru heilt nóg kyniskir, so vóru brasilienar inni aftur í dystinum. Verjuspælið hjá føroyingum haltaði til tíðir, tá Brasil dróg tempoið úr, fyri síðani at koma í ferð mann móti manni við nógvar kropsstyrki. Kenslan var tó allatíðina, at okkara høvdu meira í sær og kom hetta til sjóndar seinastu 10 minuttirnar. Aleksandar Lacok kom inn í føroyska málið og hevði nakrar bjargingar og dysturin var avgjørdur til okkara fyrimuns, 33-27.

Eftir dystin var Elias Ellefsen á Skipagøtu kosin besti leikari í dystinum. Elias spældi ein framúr dyst, serliga í seinna hálvleiki, har hann var avgerandi í føroyska álopum við skotum útifrá, gjøgnumbrotum, fríspælinugum og brotskøstum. Elias gjørdi heili 13 mál í dystinum.

Næsti dystur hjá Føroyum er í morgin móti Portugal kl. 14.45. Bæði liðini eru longu komin í fjórðingfinaluna og spurningurin er bara, hvør verður nr. 1 og 2 og hvør skal møta hvørjum í fjórðingsfinaluni. Fjórðingsfinalurnar verða hósdagin í Berlin.

Lesið alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her:
IHF | Competition Home Page

Dystargongdin:
5 min. 4-3
10 min. 6-6
15 min. 8-8
20 min. 11-9
25 min. 13-11
30 min. 16-13
35 min. 20-16
40 min. 21-19
45 min. 24-21
50 min. 27-23
55 min. 29-26
60 min. 33-27

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 (4)
Hákun West av Teigum 10
Ísak Vedelsbøl 3
Janus Dam Djurhuus 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Pauli Mittún 1
Kristoffur Bjørgvin 1
Aleksandar Lacok 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 29%
Aleksandar Lacok 50%

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder