2023-03-24 13:24
Fríða Magnusardóttir Jakobsen legði Føroyar á odda eftir hornaspark, tá 20 minuttir vóru spældir og fáar minuttir seinni økti Eydna Dalheim Olsen til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan, í seinna hálvleiki fingu litavisku genturnar eitt mál.
Føroyska yvirvágin var greið gjøgnum meginpartin av dystinum, og hóast Litava minkaði um munin út ímóti dystarenda, so hálaðu okkara gentur sigurin trygt í hús
Fantastisk byrjan uppá ein drúgvan fótbóltsdag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald