Annað

Tyrlan flutti ein mann av føroyskum fiskiskipið

Í gjár vóru boð eftir bjargingartyrluni.

2023-01-30 07:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Beint fyri klokkan 9 í gjár vóru boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways. Tað var klokkan 08:51 at MRCC støðin í Havn fekk eina fráboðan um, at ein maður hevði brúk fyri læknahjálp.

Tyrlan flutti skadda mannin av Baki og á Landssjúkrahúsið.

Bakur var staddur eystanfyri Føroyar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder