Vinna

TÝR Á OKKARA VOXBOTN 2022

Skráin til Okkara Voxbotn 2022, leygardagin 25. juni, gerst bara størri og størri. Vit kunnu nú kunngera, at tað fer at runga á Vágsbotni, tá eitt av teimum heilt tungu nøvnunum í føroyska tónleikaheiminum, nevniliga rokkbólkurin Týr, eisini fer at framføra á Okkara Voxbotn.

2022-05-20 14:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

Týr hava seinastu nógvu árini ferðast kring heimin, har teir hava spælt í Russlandi, Norður- og Suðuramerika og kring Evropa. Nú fara teir at seta lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2022, og tað verður ikki spart uppá krútið; tá væl umtókti, væl samanspældi og sera rutineraði tungmálsbólkurin Týr trínur á pallin 25. juni. 


Framanundan er greitt at Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag og Safir eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 2022.


Skunda tær og ogna tær atgongumerki í forsølu fyri kr. 695,-  á ebillett.fo! Hetta verður stórt!


Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema


Vinarliga

Voxbotn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder