2022-09-12 12:58
Í síðstu var nógv virksemi niðri við sjóvarmálan á Hvítanesi. Eftir at byggingin hevur ligið still eitt longri tíðarskeið, sóust nú stór betongelement verða lyft oman á neystagrundina.
Mortan Thormann Vang, sjtóri í fyritøkuni MTV-Byggivirki, ið stendur fyri útgrevstri og stoyping, sigur, at av tí at veitingartíðin av betongelementunum hevur verið so long, hevur byggivirksemið ligið meir ella minni stilt í 3 mánaðir.
Mortan sigur, at nú verða so dekkelementini løgd á og beinanvegin tað arbeiðið er liðugt, so verður farið í gongd við at stoypa ovara partin av neystinum. Hann væntar at teirra partur av arbeiðinum fer at taka uml. 1,5 mánað.
Spakin til neystið varð settur í 3. november, tá Egon Rasmussen loysti fyrsta flagið. Tvøroyrar kommuna og LOA-Grunnurin hava stuðlað verkætlanini fíggjarliga og meiri kann lesast um hana her http://www.tvk.fo/divleita.asp?sid=5652&search=neyst&id=
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald