Vinna

Tvøroyri: Ástøðisfundur

.

2025-01-22 12:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Ástaðisfundur
Komandi fríggjadag 24. januar, kl. 14.00 skipar Yvirfriðingarnevndin fyri ástaðisfundi á havnalagnum á Tvøroyri har ætlaða byggingin av protein & lýsuversmiðju hjá P/F Varðin Pelagic eftir ætlan skal verða.
Endamálið við fundinum er at øll viðkomandi sjónarmið verða hoyrd, soleiðis at avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini verður tikin á mest møguliga upplýstum grundarlagi.
Møguleiki verður at seta fram spurningar og vísa á sjónarmið, ið tala ímóti ætlanini, eins væl, sum tala fyri ætlaðu byggingini á havnalagnum hjá P/F Varðin Pelagic.
Tvøroyrar kommuna bjóðar øllum áhugaðum borgarum at verða vælkomin at møta til ástaðisfundin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder