Vinna

Tvíkiljan Tvørfelli handað Hiddenfjord

Í gjár varð tvíkiljan Tvørfelli handað Hiddenfjord.

2022-09-22 11:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tvørfelli er nýbygningur nummar 60 hjá KJ. Hon er 16 metrar long og 8 metrar breið.


Tvíkiljan er sera væl útgjørd við millum annað:

Tveimum Palfinger dekkskranum, á ávikavist 65 tonsmetur og 18,5 tonsmetur, deksspæli og trimum koppum. Motorarnir til framdrift eru tvær ferðir 500 hk Volvo Penta; hjálpimotorur er ein Volvo Penta 239 kW. Tvørfelli er eisini í bakborð útgjørdur við bógskrúvu og eini síðuskrúvu aftan.

Til at betra um arbeiðsumstøður og trivnaði hjá manningini er nógv gjørt burturúr ljóðbjálving av maskinaríðnum og hydraulikkinum.

Vit ynskja Hiddenfjord til lukku við Tvørfelli og takka fyri gott samstarv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder