Trygdareftirlit
Tú verður partur av toyminum, sum avgreiðir trygdareftirlitið á flogvøllinum, og skal støðugt verða við til at halda eitt nøktandi trygdarstøði fyri flogferðsluna.
Sum trygdarstarvsfólk ert tú knýtt/-ur at flest øllum arbeiðsøkjum og uppgávum sum hava við trygdareftirlit at gera. Tú fært tí ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymiskum uppgávum. Arbeiðsuppgávurnar fevna um m.a. trygdarkanning av ferðafólkum, flogmanningum og starvsfólkum, innskrivaðum viðføri og handviðføri, farmi, akførum, yvirvaking av airside og landside, eftirlit við girðingum, portrum, vaktarhald, og aðrar útinnandi arbeiðsuppgávur.
Serlig útbúgving og trygdargóðkenning krevst til at arbeiða í trygdareftirlitinum. Vága Floghavn fyriskipar og rindar fyri útbúgvingina og viðkomandi eftirútbúgvingar.
Vit vænta, at tú ert íðin, smidlig/-ur og tænastusinnað/-ur, klárar teg á føroyskum, donskum og enskum og hevur KT-førleika á brúkarastigi.
Sløkkilið
Tú verður eisini partur av toyminum, sum mannar sløkkiliðið á flogvøllinum, og skal støðugt verða við til at halda eitt nøktandi flogtrygdarstøði, eins og arbeiðsuppgávurnar eisini fevna um t.d. viðlíkahaldsarbeiði og aðrar vanligar flogvallaruppgávur.
Sum sløkkiliðsfólk ert tú knýtt/-ur at flest øllum arbeiðsøkjum og uppgávum sum hava við sløkkiliðið at gera, umframt viðlíkahald bæði av bygningum, flogbreyt, trygdargirðingum og øðrum innandura og uttandura økjum, umframt dagligar rakstraruppgávur. Tú fært tí ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymiskum útinnandi uppgávum.
Serlig útbúgving krevst til at arbeiða sum flogvallarsløkkiliðsfólk. Tað er ikki krav at hava sløkkiliðsútbúgving frammanundan, men útbúgving sum sløkkiliðsfólk til kommunala tilbúgving, frá skipum ella tilsvarandi tilbúgving kann verða ein fyrimunur.
Vága Floghavn fyriskipar og rindar fyri serligu útbúgvingina sum flogvallarsløkkiliðsfólk og viðkomandi eftirútbúgvingar.
Umsøkjarar skulu verða kropsliga væl fyri.
Umsøkjarar skulu hava stóra koyrikortið til lastbil og trailara, ella skulu sjálvir útvega sær hetta seinast 6 mánaðir eftir starvssetan. Umsøkjarar skulu eisini hava ella fáa sær krana- og trukkloyvi, seinast 12 mánaðir eftir starvssetan. Vága Floghavn rindar fyri skeið til krana- og trukkloyvi.
Tín profilur
Vit vænta, at tú ert eldhugað/-ur, íðin, smidlig/-ur og tænastusinnað/-ur, klárar teg á føroyskum, donskum og enskum munnliga og skrivliga, og hevur KT-førleika á brúkarastigi. Avgerð um setan verður grundað á eina heildarmeting av bæði viðkomandi persónligum eginleikum, fakligum førleikum, starvsroyndum, umframt aðrar førleikar ella eginleikar, sum kunnu vera ein fyrimunur fyri teg at røkja starvið, og fyri Vága Floghavn.
Arbeiðstíðir
Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Arbeiðstíðir eru allar dagar í viku, og dagurin er í stóran mun lagaður eftir flúgvingini. Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 6:00 og 21:00, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um flúgvingin ger tað neyðugt - serliga í sambandi við summarflúgving og høgtíðir. Frídagar eru bæði vanligar gerandisdagar og í vikuskiftum. Starvsfólk skulu tola broytingar og tillagingar av arbeiðstíðum.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sersáttmála millum Starvsfelagið og Arbeiðsgevarafelag Føroya um mánaðarlønt starvsfólk hjá Vága Floghavn. Tann setti skal tola og luttaka í at gera neyðugar tillagingar og broytingar av starvsinnihaldinum, uppgávunum og mannagongdum.
Serligar treytir
Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi fær og varðveitir kravda trygdar-góðkenning frá myndugleikunum eftir byrjan í starvinum, og hevur reina revsiváttan. Av trygdarávum skalt tú ikki vera farvublind/-ur.
Royndartíð
Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir frá tí at kravda útbúgvingin innan trygdareftirlitsarbeiði er lokin.
Umsókn
Umsóknir, saman við prógvum, viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. februar 2023, kl. 12.00.
Umsókn skal merkjast við “Umsøkn til trygdareftirlitið og sløkkiliðið”, og skal sendast við telduposti til:
ella við posti til:
Vága Floghavn
Flogvøllurin 6
380 Sørvágur
Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.
Starvssetan væntast at vera frá 1. mai 2023, ella eftir nærri avtalu við Vága Floghavn.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, ella Heidi Jógvansdóttir, HR-umsitara, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald