Lýsing

Tvey starvsfólk til føst størv innan trygdareftirlitið og reingerðina á Vága Floghavn

Vága Floghavn søkir eftir tveimum starvsfólkum til trygdareftirlitið (Security) og reingerðina (Cleaning). Starvsfólkini kunnu eisini fáa álagdar aðrar uppgávur.

2023-02-09 18:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Trygdareftirlitsarbeiði

Tú verður partur av toyminum, sum avgreiðir trygdareftirlitið á flogvøllinum, og skal støðugt verða við til at halda eitt nøktandi trygdarstøði fyri flogferðsluna.

Sum trygdarstarvsfólk ert tú knýtt/-ur at flest øllum arbeiðsøkjum og uppgávum, sum hava við trygdareftirlit at gera. Tú fært tí ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymiskum uppgávum. Arbeiðsuppgávurnar fevna um m.a. trygdarkanning av ferðafólkum, flogmanningum og starvsfólkum, innskrivaðum viðføri og handviðføri, farmi, akførum, yvirvaking av airside og landside, eftirlit við girðingum, portrum, vaktarhald og aðrar útinnandi arbeiðsuppgávur.

Serlig útbúgving og trygdargóðkenning krevst til at arbeiða í trygdareftirlitinum. Vága Floghavn fyriskipar og rindar fyri útbúgvingina og viðkomandi eftirútbúgvingar.

Vit vænta, at tú ert íðin, smidlig/-ur og tænastusinnað/-ur, klárar teg á føroyskum, donskum og enskum og hevur KT-førleika á brúkarastigi.

Reingerðararbeiði

Umframt at arbeiða í trygdareftirlitinum, verður tú  partur av týdningarmikla reingerðartoyminum, sum hevur ábyrgd av innandura reingerðini á flogvøllinum. Reingerðartoymið arbeiðir eftir eini vaskiætlan, men tað er umráðandi, at tú tekur eina hond í, har tørvur er. Vit leggja dent á at halda gott reinføri, so okkara viðskiftafólk fáa eina góða uppliving á flogvøllinum.

Sum reingerðarstarvsfólk ert tú knýtt/-ur at flest øllum arbeiðsøkjum og uppgávum, sum hava við innandura reingerðina at gera, og tú kemur runt í flest øllum bygningum á flogvøllinum. Tú fært tí ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymiskum uppgávum.

Tín profilur

Vit vænta, at tú ert eldhugað/-ur, íðin, smidlig/-ur og tænastusinnað/-ur, klárar teg á føroyskum, donskum og enskum munnliga og skrivliga, og hevur KT-førleika á brúkarastigi. Avgerð um setan verður grundað á eina heildarmeting av bæði viðkomandi persónligum eginleikum, fakligum førleikum, starvsroyndum, umframt aðrar førleikar ella eginleikar, sum kunnu vera ein fyrimunur fyri teg at røkja starvið, og fyri Vága Floghavn.

Arbeiðstíðir

Arbeitt verður eftir vaktarskipan. Arbeiðstíðir eru allar dagar í viku, og dagurin er í stóran mun lagaður eftir flúgvingini. Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 6:00 og 16:00, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um flúgvingin ger tað neyðugt - serliga í sambandi við summarflúgving og høgtíðir. Frídagar eru bæði vanligar gerandisdagar og í vikuskiftum.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sersáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Arbeiðsgevarafelag Føroya um mánaðarlønt starvsfólk hjá Vága Floghavn. Tann setti skal tola og luttaka í at gera neyðugar tillagingar og broytingar av starvsinnihaldinum, uppgávunum og mannagongdum.

Serligar treytir

Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi fær og varðveitir kravda trygdar-góðkenning frá myndugleikunum eftir byrjan í starvinum, og hevur reina revsiváttan. Av trygdarávum skalt tú ikki vera farvublind/-ur.

Royndartíð

Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir frá tí at kravda útbúgvingin innan trygdareftirlits­arbeiði er lokin.


Umsókn

Umsóknir, saman við prógvum, viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. februar 2023, kl. 12.00.


Umsókn skal merkjast við “Umsøkn til trygdareftirlitið og reingerðina”, og skal sendast við telduposti til:


[email protected]


ella við posti til:


Vága Floghavn

Flogvøllurin 6

380 Sørvágur


Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.


Starvssetan væntast at vera frá 1. mai 2023, ella eftir nærri avtalu við Vága Floghavn.


Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, ella Heidi Jógvansdóttir, HR-umsitara, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til [email protected].

 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder