Lýsing

Tvey føst størv á Vága Floghavn

Vága Floghavn søkir eftir tveimum starvsfólkum til fast starv innan reingerð at arbeiða fulla ella niðursetta tíð eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini at arbeiða flextíð. Størvini verða sett skjótast til  ber.

2022-08-26 17:00 Author image
-
placeholder


Arbeiðsøki:

Starvsfólkið kemur at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í bygningunum á flogvøllinum. Arbeitt verður eftir eini vaskiskipan.

 

Arbeiðstíðir:

Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan.


Vanliga arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag, og liggur ímillum kl. 8:00 og 16:00 við møguleika fyri flextíð. Tó kann onkuntíð gerast neyðugt at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um flúgvingin ger tað neyðugt.


Arbeitt verður vanliga ikki í vikuskiftinum, uttan at serligar umstøður gera tað neyðugt. Verður onkuntíð arbeitt í vikuskiftum, fella frídagarnir vanligar gerandisdagar.


Setanartreytir:

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag um mánaðarlønt starvsfólk.


Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi hevur reina revsiváttan.


Umsókn:

Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 09. sept. 2022, kl. 12.00.


Umsókn skal sendast til:


Vága Floghavn

Flogvøllurin 6

380 Sørvágur

ella t-post: [email protected]


Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.


Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, ella Hansina á Plógv, leiðari, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder