
Arbeiðsøkið er innan reingerð og annað í hesum sambandi. Starvsfólk kunnu eisini fáa álagdar aðrar uppgávur.
Reingerðararbeiði:
Starvsfólkið kemur at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í bygningunum á flogvøllinum. Arbeitt verður eftir eini vaskiskipan.
Arbeiðstíðir:
Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Arbeiðstíðir eru allar dagar í viku og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.
Vanliga arbeiðstíðin er uml. 8 tímar um dagin, mánadag til fríggjadag, og liggur ímillum kl. 8:00 og 16:00 við møguleika fyri flextíð. Tó kann onkuntíð gerast neyðugt at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um flúgvingin ger tað neyðugt.
Arbeitt verður vanliga ikki í vikuskiftinum, uttan at serligar umstøður gera tað neyðugt. Verður onkuntíð arbeitt í vikuskiftum, fella frídagarnir vanligar gerandisdagar.
Setanartreytir:
Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag um mánaðarlønt starvsfólk.
Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi hevur reina revsiváttan.
Umsókn:
Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juni 2022, kl. 12.00.
Umsókn, saman við viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skal sendast til:
Vága Floghavn
Flogvøllurin 6
380 Sørvágur
ella t-post: [email protected]
Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, ella Jákup Egholm Hansen, flogvallarleiðara, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald