2025-02-01 10:33
Løgreglan gjørdi eitt ferðsluátak við skúlan í Sørvági í gjár. Har fingu tvey klipp tí at børnini antin ikki sótu í trygdarbelti ella ikki brúktu røttu trygdarútgerðina.
Í Vágatunlinum fekk ein bót fyri at koyra 100 km/t.
Seinnamartin kom eldur í eina gravimaskinu nakað norðanfyri tunnilismunnan í Hvalba. Átaksleiðarin fekk sløkt eldin.
Í Froðba var ein bilurin farin útav vegnum í nátt. Løgreglan hevur verið á einum bústaði og handtikið ein mann fyri rúsdrekkakoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald