
Tað var av sonnum hátíð í Hósvíkar kirkju seinasta sunnudag, tann 16. september 2025. Tveir av kirkjutænarunum fingu tænastumedaljuni í silvuri fyri trúgva og drúgva tænastu. Aftaná gudstænastuna vóru øll boðin til frágera góðan døgurða í bygdarhúsinum.
Í kirkjuni var nomið var við gudshúsið og ta tign og tann heilagleika, ið er bundin at Guðs húsi. Templið er útvalt og halgað sum ævigur bústaður hjá navni Guðs. Eygu og hjarta Guðs skal vera har.
Tað er henda fatanin av heilagleika, tign og virðing, ið er karmur um løtuna, nú Jóannes Mørkøre, urguleikari, og Dánial Petur Olsen, deknur, fáa handaða tænastumedaljuna í silvuri. Hansara Hátign, Kongurin, letur tykkum hesa viðurkenning fyri drúgva og trúfasta tænastu.
Kirkjuliðið, ið tit hava tænt á hesum staði í yvir 40 ár, takkar tykkum hjartaliga. Innstillingin hjá kirkjuráðnum til Kongin við fylgjandi áheitan um viðurkenning er tøkk á serliga høgum støði.
Kirkjuráðið virðismetir tær mongu sjónligu og ósjónligu tænasturnar, sum øll tey mongu tænastufólkini útinna í kirkjuni í longri ella styttri tíð.
Í innstillingini frá kirkuráðnum til kongin verður millum annað sagt:
“Jóannes byrjaði sum urguleikari og spældi fyrstu ferð í Hósvíkar kirkju 1. juli 1973 og hevur trúfast tænt kirkjuni síðani. Harafturat hevur hann verið urguleikari í Kollafjarðar kirkju frá 2005 til 2020 og er nú umframt í Hósvíkar kirkju, urguleikari í Vestmanna og kirkjuni við Norðskála.
Dánial Petur byrjaði fyrst sum klokkari í Hósvíkar kirkju 3. august í 1980 og hevur trúfast tænt kirkjuni síðani. Eftir eina tíð sum klokkari, tók hann á seg kallið at røkja deknatænastuna, ið hann røkti tey næstu 40 árini til 2023.”
Hjá tær, Jóannes, er tænastan urguleikur við urguna.
Hjá tær, Dánial Petur, er tænastan deknur við lestrarfjøl.
Saman við kirkjuliðnum í Hósvík takka vit tykkum hjartaliga fyri tænastuna Guði til heiðurs og menniskjum til signingar. Vit ynskja tykkum og øllum tykkara kæru Harrans ríku signing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald