2022-09-01 08:40

Klokkan 11:30 í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein havhestabátur hevði fingið motortrupuleikar norður úr Kunoyarnakka. Brimil sleipaði bátin á Klaksvík.
Klokkan 14 kom aftur ein fráboðan frá einum havhestabáti. Havhestabáturin, sum var staddur í Kalsoyarfirði, var í fløktum sjógvi og sterkum streymi, bað um hjálp at sigla til lands, tað skrivar MRCC. Ziska fylgdi bátinum til lands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald