2022-09-27 09:13
- Givin lyfti
Av løgtingsins røðarapalli koma harraboð frá fólksins tænarum. Nú hava teir bíðað nokk! Annars sinniligir politikkarar geva ilt av sær, tí at samgongan heldur ikki givin lyfti um at taka tunnilsgjaldið í Vága- og í Norðoyatunlinum av. Tað er kortini ikki eitt ókent fyribrigdi, at politikkarar gloyma givin lyfti, so skjótt eitt val er farið afturum.
Tá ið tað snýr seg um givin lyfti, kann stutt sigast, at teir politikkarar, ið hava givið tílík lyfti, hava antin ikki kent tær lógir og reglugerðir, teir hava sett í gildi, ella hava teir við vilja staðið á løgtingsins røðarapalli og sagt ósatt fyri okkum føroyingum. Hvørt verri enn annað. Hetta kunnu øll lesa í lógum og viðtøkum fyri hesar báðar tunlarnar. - Hagtøl.
Í vár gjørdi Gallup kanning um, hvat føroyingar yvirhøvur halda um tunnilsgjøldini í undirsjóvartunlunum. Spurningarnir eru settir fólki 18 ár og eldri. Kanningin er umfatandi og lýsir nógv áhugaverd fyribrigdi.
Stutt sagt er niðurstøðan henda: Millum føroyingar yvirhøvur ganga 90% framhaldandi inn fyri gjaldi, men 10% halda, at tað skal vera ókeypis. Millum norðoyingar ganga 80% inn fyri tunnilsgjaldi, men 20% halda, at tað skal vera ókeypis. Vágafólk siga nakað tað sama: 78% taka undir við gjaldi, men 22% vilja sleppa at koyra ókeypis. Í hinum økjunum er undirtøkan fyri tunnilsgjaldi størri, og tað ger, at samlaða undirtøkan er 90% fyri tunnilsgjaldi. - Hvør skal gjalda?
Um so er, at Føroya Løgting og henda samgongan við so lítlari undirtøku frá fólkinum fyri at strika gjaldið kortini ger av, at frameftir verður ókeypis at koyra gjøgnum hesar báðar tunlarnar, skal onkur annar enn brúkarin gjalda. Tá koma øll, ung sum eldri, at hanga upp á tunlarnar gjøgnum skattin. - Viðlíkahald.
Undirsjóvartunlunum tørvar annað viðlíkahald enn øðrum tunlum og landsvegakervinum annars. Har eru skipanir, ið skulu virka alt samdøgurið alt árið. Verður tað viðlíkahaldið álagt Landsverki, vita vit, hvussu tað fer at ganga. Við teirri játtan, sum Landsverk fær, fer tað at taka 980 ár at asfaltera landsvegirnar. Gongur okkurt fyri í undirsjóvartunlunum, fer tað at taka langa tíð at fáa tað umvælt. Politiska skipanin og viðgerðin er stirvin og tekur tíð. Eitt fíggjarliga sterkt alment partafelag kann arbeiða skjótt. - Samanumtøka.
Nógv talar fyri, at vit framhaldandi skulu hava hóskandi tunnilsgjald: Flestu føroyingar taka undir við tí sambært Gallup, brúkarin rindar nýtslugjald, heldur enn at hvør einasti skal gjalda, og gjaldið tryggjar betur og betri viðlíkahald.
Er so einki, ið talar fyri, at tað skal vera ókeypis at brúka tunlarnar? Jú: at politikkarar antin av ókunnleika ella við ósannindum hava lovað, at tunnilsgjaldið verður avtikið! Nakað, teir hava ikki myndugleika til.
Spennandi verður, um nakað svar kemur. Tann, ið tigur, samtykkir.
Virðingarmest,
Hans J. Hermansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald