
Í reingingar- og ósanninda-stíli, sum líkist nógv tí retorikki, sum í hesum døgum kemur vestaneftir, leggur Arnfinn Bech í einari "yvirlýsing" Starvsfelagið undir at vera eitt "gult" fakfelag.
Fyri at vera í retorikkinum, skal eg siga við Arnfinn Bech:
Tú skal biðja um fyrigeving tí
- Vónandi er tað bara ókunnleiki, men um tú veruliga meinar hatta, tí tað er einki – einki – fakfelag í Føroyum, sum er minni líkt einum "gulum" fakfelag enn nettupp Starvsfelagið.
- Tað er bæði ósatt og grov manipulering at siga um støðuna hjá Miðlafelagnum, at "Vit í Maskinmeistarafelagnum høvdu ongantíð góðtikið at fingið ein sáttmála hjá einum øðrum fakfelag, sum onki hevur við okkara yrki at gera, smoygdan oman yvir okkum – og serliga ikki sáttmálan hjá einum "gulum" fakfelag".
Ongin hevur smoygt sáttmálan hjá Starvsfelagnum oman yvir Miðlafelagið, tvørturímóti hevur Starvsfelagið havt sáttmála við landið um hetta økið og røkt tað í eini 60 ár, og ger tað framvegis.
At Miðlafelagið nú vil hava sáttmála fyri sínar limir á hesum økinum, er okkum faktiskt óviðkomandi. Vit hava fakfelagsfrælsi tíbetur, men Starvsfelagið arbeiðir sjálvandi framvegis fyri sínar limir á økinum og fer ikki at svíkja teir við at lata onkran annan føra tingingar fyri teir. Soleiðis ger eitt fakfelag, Arnfinn Bech....
- Tað er eisini ósætt og grov manipulering, at siga, at "Starvsfelagið virkar sum eitt "gult" fakfelag, tá tað snýr seg um fleiri smá yrki ella fakøki á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tey verða bara sleipað aftaná tí stóra feltinum og eiga ongan góðan, so Starvsfelagið fær limagjaldið, men ongin ger garð um tað fakliga".
ONGIN verður tvungin upp í Starvsfelagið, og Starvsfelagið arbeiðir fyri allar sínar limir, og tað hevur felagið gjørt øll árini. Starvsfelagið er eitt modernað fakfelag fyri fleiri fakbólkar, sum eisini er høvuðsrákið aðrastaðir, og vit dyrka tí einki serstakt fak framum onnur í limaskaranum. Felagið hevur fakligar bólkar, nettupp fyri at dyrka fakligheitina hjá teimum ymisku fakunum, sum vit gera sáttmála fyri. So tú skalt ikki koma og kasta Starvsfelagnum fyri manglandi áhuga fyri fakligheit.
Tú skalt siga takk
Tí Starvsfelagið hevur í tveir mansaldrar í botn og grund einsamalt staðið sum bolverk fyri starvsfólk hjá tí almenna yvirhøvur. At Maskinmeistarafelagið og Miðlafelagið koma fram við sínum "smølu" áhugageirum er púrasta í lagi, men harfrá og so at tosa so niðurlátandi um Starvfelagið sum eitt gult felag er fyri mær einki annað enn eitt risastórt fornermilsi. Ja, og eg eri rasandi....
Og vit fara aldri at svíkja okkara limir. Tað eru teir, sum eiga okkum, og tað eru teir, sum hava sett okkum at arbeiða fyri seg.
Súni Selfoss, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald