Vinna

Tryggja tær pláss á stóru lúsaráðstevnuni Sea Lice

Tíðarskeiðið 9-12 mai 2022 verður stór vísindalig ráðstevna um lús í Norðurlandahúsinum. Talan er um altjóða lúsaráðstevnuna við heitinum Sea Lice Conference International 2022 og er hetta trettanda ferðin at ráðstevnan verður hildin. Seinasta Sea Lice ráðstevnan var í Kili í 2018.

2022-04-05 12:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

A ráðstevnuni hittast heimsins fremstu granskarar um leggja fram og umrøða nýggjastu granskingina innan lús og tað verða fleiri enn 60 ymiskir fyrilestrar á ráðstevnuni.


- Luttakarar, ið hava meldað seg til ráðstevnuna koma úr øllum heiminum og vit vænta eisini fleiri luttakarar úr Føroyum, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.


Meiri fæst at vita um ráðstevnuna við at fara inn á heimasíðuna hjá ráðstevnuni Sea Lice Conference – Sea Lice Conference International 2021


Til ber at melda seg til við at trýsta á leinkjuna: The 13th International Sea Lice 2022 Conference (nemtilmeld.dk)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder