Vinna

Tryggingarkundar sleppa undan bíðitíð til skurðviðgerðir

Við røttu tryggingini kunnu føroyingar sleppa til privat sjúkrahús í Danmark til viðgerðir, nú bíðitíðirnar í føroyska sjúkrahúsverkinum eru nógv øktar. Tað greiða stjórarnir í teimum báðum tryggingarfeløgunum í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna.

2023-11-29 13:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjóneykan verður sett á føroysku tryggingarvinnuna í Búskapi & Vinnu, sum verður send í Televarpinum í kvøld klokkan 20:30 og 22:00. Stjórarnir í Betri Trygging og Trygd vitjað í sjónvarpsstovuni, har búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum er vertur. Anna Mohr Holm hevur júst sitið sum stjóri í Trygd í 100 dagar, meðan Ingunn Eiriksdóttir hevur sitið fyri borðendan í Betri Trygging í seks ár. Umframt at umrøða støðuna og útlitini fyri tryggingarfeløgini fara tær báðar eisini at greiða frá teirra hugsanum um leiðslu.

Viðgerðartrygd er ein populer trygging

Ein avleiðing av seks vikur drúgva verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í heyst er, at fleiri hundrað skurðviðgerðir eru útsettar til komandi ár. Kundarnir við røttu tryggingini nýtast tó ikki at falla í fátt, tí hjá teimum er bíðitíðin í mesta lagi 10 dagar. Tað váttað stjórarnir í teimum báðum føroysku tryggingarfeløgunum í sendingini.

Báðar tryggingarfyritøkurnar hava í fleiri ár bjóða eina trygging út, sum gevur kundanum møguleika at leypa bíðitíðina til sjúkrahúsviðgerð um. Tað skal bara ein læknaávísing til, sum staðfestir tørvin á viðgerð, so ber til at blíva viðgjørdur innan 10 dagar. Tó fevnir tryggingin bert um bráðkomna sjúku, og soleiðis ikki um eitt nú útgreining fyri sálarsjúkur.

Í samrøðunum við tryggingarstjórarnar verður eisini komi inn á, hvørt tryggingarfeløgini ynskja sær ein enn størri tryggingarmarknað um vanligu vælferðartænasturnar.

“Tíbetur hava vit eitt gott sjúkrahúsverk við sera dugnaligum starvsfólkum og góðum viðgerðarmøguleikum, men sum tryggingarfelag eygleiða vit tær óvissur, sum taka seg upp, har vit so menna ymiskar tryggingar til viðskiftafólk okkara” svarar Ingunn Eiriksdóttir frá Betri Trygging. “Um arbeiðsgevari ella ein borgari ynskir at tryggja seg ímóti støðuni at skula bíða í fleiri mánaðir eftir eini neyðugari viðgerð, hevur viðkomandi her møguleikan at tryggja seg ímóti tí støðuni.”

Trygd tættari og Trygging fjarari frá bankanum

Í sendingini verður eisini umrøtt, at Trygd og Betri Trygging eru farin hvør sína leið, tá umræður innanhýsis samstarv í teimum báðum stóru fíggjarsamtøkunum. Meðan Betri samtakið fyri seks árum síðani valdi at skilja virksemi meira sundur, so eru tey í BankNordik farin beint øvugt.

Tað eru nú meira enn 8 ár síðani, at BankNordik samtakið flutti inn í høvuðsskrivstovuna á Oknarvegi, har bæði ognarmeklarin Skyn, Trygd og BankNordik eru savnaði undir somu tekju. Upp aftur longri síðani er tað, at Trygd helt til í egnum hølum við Tinganes. Í sendingini í kvøld greiðir Anna Mohr Holm millum annað frá, hvussu hon upplivir munin í virkismentanini og samstarvinum við bankan. Anna var tá deildarleiðari í Trygd, men hevur hon seinastu fýra árini starvast á Sjódeildini í Betri Trygging.

Ingunn Eiriksdóttir verður eisini spurd um nýggju lýsingarátøkini frá Betri Trygging, har gamli blái liturin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar vinnur á grøna litinum hjá Betri. Er hetta tekin um, at Betri Trygging er við at førka seg enn longur frá Betri Banka? Tað er eitt av evnunum í kvøldsins sending.

Umframt tryggingarstjórarnar vitjar Sverri Justinussen, íløguleiðari í Betri Banka, eisini sjónvarpsstovuna. Sverri fer millum annað at greina orsøkirnar til, at børsvirðini á donsku fyritøkunum Ørsted og Novo Nordisk eru farin heilt hvør sín veg síðstu 2-3 árini. Meðan Ørsted hevur mist 80% av virðinum í mun til toppin, so er børsvirðið á Novo Nordisk meira enn trýfaldað síðstu árini.

Búskapur & Vinna verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 20:30 og 22:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder