Lýsing

Trygdareftirlits- og reingerðarstarvsfólk til Vága Floghavn

-

2022-02-25 17:44 Author image
-
placeholder

 

Vága Floghavn søkir eftir tveimum starvsfólkum til trygdareftirlitið og reingerðina at byrja í seinasta lagi 1. mai 2022. Starvsfólkini kunnu eisini fáa álagdar aðrar uppgávur.


Trygdareftirlitsarbeiði

Tú verður partur av toyminum, sum hevur um hendi trygdareftirlitið (security) á flogvøllinum. Uppgávan hjá toyminum er at síggja til, at trygdin við flogferðsluni er í lagi, her undir screening av ferðafólki og viðføri. Serlig útbúgving og trygdargóðkenning krevst til at arbeiða í trygdareftirlitinum.  Vága Floghavn fyriskipar og rindar fyri útbúgvingina.

Vit vænta, at tú ert íðin, smidlig/-ur og tænastusinnað/-ur, klárar teg á føroyskum, donskum og enskum og hevur KT-førleika á brúkarastigi.


Reingerðararbeiði

Tú verður eisini partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í bygningunum á flogvøllinum. Arbeitt verður eftir eini vaski- og vaktarskipan.

Arbeiðstíðir

Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Arbeiðstíðir eru allar dagar í viku, og dagurin er í stóran mun lagaður eftir flúgvingini. Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 6:00 og 16:00, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um flúgvingin ger tað neyðugt - serliga í sambandi við summarflúgving og høgtíðir. Frídagar eru bæði vanligar gerandisdagar og í vikuskiftum.


Setanartreytir

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Arbeiðsgevarafelag Føroya um mánaðarlønt starvsfólk.


Serligar treytir

Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi fær kravda trygdargóðkenning frá myndugleikunum og hevur reina revsiváttan.


Royndartíð

Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir frá tí at kravda útbúgvingin innan trygdareftirlits­arbeiði er lokin.


Umsóknarfreist

Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. mars 2022 kl. 12.00.


Umsókn

Umsókn, saman við prógvum, viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skal sendast til:


Vága Floghavn

Flogvøllurin 6

FO-380  Sørvágur

ella t-post: [email protected]


Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.


Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, ella Jákup Egholm Hansen, flogvallarleiðara, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder