Vinna

Trygdarábøtur skulu til hjá partrolarunum

Eftir samanstoytin millum Eystur- og Vesturbúgvan í fjørvár, hevur Sjóvinnustýrið kannað umstøðurnar á partrolarunum

Tilvildarlig savnsmynd.

Tilvildarlig savnsmynd.

2023-04-21 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Niðurstøðan er púra greið: Ábøtur eru átrokandi á mongum av skipunum, sum í ov stóran mun als ikki standa mát, tá tað ræður um trygd á sjónum. Nú skulu viðurskiftini fáast í rættlag í samstarvi millum reiðarí og Sjóvinnustýrið

Sjóvinnustýrið er farið undir eitt átak, sum hevur til endamáls at bøta um trygdina í partrolaraflotanum.

Ein kanning, sum Sjóvinnustýrið hevur gjørt av 12 av teimum 15 partrolarunum í flotanum vísir, tað haltar so mikið nógv við trygdarmannagongdum á einum parti av skipunum, at alneyðugt er at gera eitt serligt átak fyri at betra um trygdina á sjónum og arbeiðsumhvørvið umborð.

Les frágreiðingina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder