Politikkur

Bjarni, Jóanis Albert og Thilda vóru til allar fundirnar í Vága kommunu

Tað vóru 13 býráðsfundir í Vaga kommunu í 2025

2026-01-08 19:47 Author image
JN
placeholder

Vága kommunu hevði í 2025 13 býráðsfundir.

Tríggir býráðslimir møttu upp til allar fundirnar. Tey vóru Bjarni Prior (borgarstjóri), Jóanis Albert Nielsen (varaborgarstjóri) og Thilda H í. Líðini.

Tríggir býráðslimir mistu bara ein fund, tey vóru Jon Ingi Wiberg, Beinta Gudmundsen og Albert Ó. Ellefsen.

Súsanna Nordendal, Jónhard Selfoss, Elsibet Jacobsen og Dánial A. Hansen møttu til 11 av 13 fundum.

Gunnvá S. á Lofti møtti til níggju av 13 fundum.

Tríggir varalimir vóru á fundi 2025.

Brian Hansen møtti til tveir fundir. Ásla Leila B. Johansen og Marin Elisabeth Vidtfeldt møttu til ein fund.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder