Politikkur

Trý vóru til allar fundirnar í Sørvágs kommunu

Tað vóru 11 bygdaráðsfundir í Sørvágs kommunu í 2025

2026-01-07 12:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sørvágs kommunu hevði í 2025 11 bygdaráðsfundir.

Tríggir bygdaráðslimir møttu upp til allar fundirnar. Tey vóru Eyð Ellingsgaard (borgarstjóri), Jón Joensen (varaborgarstjóri) og Hans Kári Hansen.

Næstur teimum var Elias Davidsen hann møtti upp til nýggju av 11 fundum.

Helena H. Guttesen og Tóki Joensen møttu upp til átta av 11 fundum.

Hugin Skaalum var bygdaráðslimurin ið hevði vánaligastu uppmøtingina. Hann var til fýra av 11 fundum.

Tað vóru tveir varalimir inni í fjør. Elsebeth Tausen var á fimm fundum. Jóhan á Ørg var á einum fundi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder