Ítróttur

Trý jøvn á oddanum

Føroya Tele-deildin, menn: Fimmfaldu føroyameistararnir úr Mjølni taptu leygardagin í fimmsettara ímóti ÍF, og saman við SÍ liggja tey øll trý jøvn í stigum ovast á stigatalvuni

2023-10-23 14:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


ÍF – Mjølnir 3-2 (25-18, 25-17, 23-25, 13-25, 18-16)
Eftir at hava vunnið tvey tey fyrstu settini greitt, sá út til, at ÍF fór at vinna dystin 3-0, tá tað var á odda 18-12 í triðja setti. Men við eitt vendi dysturin, og Mjølnir javnaði til 19-19 og fór eisini framum 24-19 við at vinna 10 stig á rað. Mjølnir hevði tó ávísar trupulleikar at vinna tað síðsta, men við fimta settbóltinum eydnaðist loksins at vinna 25-23. 

Við sjey stigum á rað mest sum beinanveg í fjórða setti legði Mjølnir lunnar undir 25-13 avsmurningin, og so var klárt til javnbrótara.

Fyrstu løtuna var ÍF á odda við einum og tveimum, men eftir 5-5 fór Mjølnir framum og var á odda við einum og tveimum. ÍF javnaði tó aftur og hevði dystarbólt við støðuna 14-13. Mjølnir bjargaði sær í fyrstu atløgu, og fekk sjálvt dystarbólt við støðuna 15-14, men tók ikki av. Tað gjørdi ÍF hinvegin við sínum triðja dystarbólti og vann 18-16. 

Hjá Mjølni eru pappírini hjá teimum báðum pólsku leikarunum ikki komin í rættlag, men tá teir verða tøkir hjá Mjølni, verður liðið munandi sterkari, og ilt er at síggja hvussu hini tá skulu standa Mjølni kurl. ÍF hevur tó eitt ess í ermuni í Vukasin Nedeljkovic, men nær hann aftur er førur fyri at spæla, eftir skaðan hann fekk í fjør, er óvist.  


SÍ – ÍF 2-3 (26-28, 25-22, 25-22, 11-25, 15-17)
Sigurin á Mjølni var annar 5-settarin, ÍF vann í kappingini, tí fyrsta dystin í kappingini, sum var ímóti SÍ, vunnu fuglfirðingar eisini 3-2. Javnbrótarin tóktist vera komin innanborða, tá ÍF legði seg á odda 12-7, men seks bóltar seinni var støðan 13-12 til SÍ. Hetta var tó síðstu ferð, SÍ var á odda, og ÍF vann 17-15 við sínum triðja dystarbólti. Stóru leikararnir hjá SÍ henda dagin vóru Mileta Vesovic og Hjørtur Joensen við ávikavist 26 og 24 stigum. Hjá ÍF var Bjarni Larsen best við 20 stigum. 

Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-27, 25-14, 25-19, 28-26)
Lítið vantaði í, at dysturin í fyrsta umfarinum millum Mjølnir og Fleyr eisini gjørdist ein fimmsettari. Eftir at hava vunnið fyrsta sett, hevði Fleyr tveir settbóltar í fjórða setti við støðuna 24-22, men gagnnýtti hvørgan, og so javnaði Mjølnir ístaðin til 24-24 og vann settið 28-26 við sínum triðja dystarbólti. Ein av høvuðsmununum á liðinum var blokkurin, har Mjønir vann 16, og Fleyr bara tríggjar. 

Ternan – SÍ 0-3 (5-25, 9-25, 11-25)
Ternan spældi sín fyrsta dyst í kappingini leygardagin, har tað gjørdist til avsmurning ímóti SÍ. Bara í serviessum vann SÍ nærum eitt hálvt sett við 12 essum til samans. Hjørtur Joensen vann 16 stig fyri SÍ. Hjá Ternuni vann Trygvi á Brekkukletti sjey stig, og tann yngri av Troleis-feðgunum, Dominick Philbrow Troleis, seks.

Støðan, Føroya Tele-deildin, menn:
Lið       Dystir / Stig
ÍF                 2 / 4
SÍ                2 / 4 
Mjølnir      2 / 4
Fleyr          1 / 0  
Ternan      1/ 0

Mjølnir spælir evropeiskan flogbólt
Mikudagin 25. oktober kl. 19.00 spæla menninir hjá Mjølni ímóti niðurlendska liðnum Limax í Challenge cup. Hetta er ikki hissini mótstøðulið, sum m.a. hevur niðurlendskar landsliðisleikarar á liðnum. Niðurlond er nr. 10 á evropeiska styrkilistanum hjá CEV. Útidysturin verður mikudagin 1. november í Niðurlondun

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder