Skúlablaðið:
Vit lesa og hoyra dagliga um børn og ung, sum ikki trívast og hava ella hava havt trupult við at fóta sær í skúlanum og í gerandisdegum. Vit hoyra um, at sálarheilsan hjá ungum og børnum tey seinastu árini sær út til at versna, og nógv bendir á, at næmingafráveran í skúlunum eisini er vaksandi. Hesar ábendingar eru sera álvarsligar og nakað, sum vit eiga at taka í størsta álvara og gera nakað munagott við. Men tað er óheppið, at kjakið um trivnað alt ov ofta verður umrøtt atskilt frá undirvísingarliga virkseminum í skúlanum.
Gransking innan viðurskiftini vísa, at orsøkirnar til mistrivnað í fólkaskúlanum eru nógvar og samansettar av nógvum ymiskum viðurskiftum. Í hesi grein verður nomið við undirvísingarligu karmarnar í undirvísingini, tí greiður samanhangur er millum fakligan og sosialan trivnað í undirvísingini.
Tímatalið lítla ávirkan á trivnaðin
Tímatalið og drúgvi skúladagurin í fólkaskúlanum hava verið nevnd sum ein orsøk til vaksandi mistrivnaðin millum okkara næmingar, og nú verður mælt til at lækka tímatalið aftur til áleið tað sama, sum tað var áðrenn PISA-kanningarnar.
Aftan á vánaliga úrslitið í fyrstu PISA-undankanningini í 2005 varð staðfest, at kravda tímatalið í føroyska fólkaskúlanum, serliga í grundskúlanum, var nógv lægri enn tímatalið í okkara grannalondum. At okkara næmingar høvdu færri tímar var tá mett at vera ein orsøk til, at úrslitini vóru so vánalig.
Eftir tilmælið frá PISA-arbeiðsbólkinum varð tímatalið økt stigvíst, og í dag hava okkara næmingar flest tímar samanborið við næmingar í okkara grannalondum, og nú verður so mælt til, at tímatalið aftur skal lækka. Við støði í hækkingini av kravda tímatalinum áttu vit at vitað, at meira ella minni av tí sama virkseminum hvørki fer at dygdarmenna og fjøltátta undirvísingina ella at bøta um fakliga og sosiala trivnaðin hjá næmingunum. Tað snýr seg um dygd í undirvísingini og ikki (bara) um tal av tímum.
Tí er tað neyðugt eisini at umrøða innihaldið í undirvísingini í sambandi við møguligar tillagingar í fólkaskúlanum.
Lærarar avgerandi leiklut
Lærararnir hava avgerandi týdning fyri, at næmingarnir áhaldandi hava hug at læra og mennast persónliga og sosialt, og tí er tað umráðandi, at lærarar er væl ílatnir til at skipa og fremja dygdargóða og fjøltáttaða undirvísing.
At næmingarnir hava góða relatión við lærararnar, hevur avgerandi ávirkan á skúlagongdina hjá teimum, bæði í sambandi við uppmøting, luttøku í undirvísingini og fakligu og persónligu úrtøkuna (Klinge 2017).
Hvussu væl lærararnir duga at samskifta og skilja næmingarnar hevur eisini avgerandi týdning. Títtleikin av rósi og viðurkenning hevur jaliga ávirkan á trivnaðin og úrtøkuna, meðan títtleikin av skeldi og revsing hevur neiliga ávirkan á trivnaðin og úrtøkuna hjá næmingunum (ibid).
Eisini vísir hon á, at næmingar, sum hava góða relatión til lærararnar, trúfastir fylgja lærarunum, eru ídnir og stemba eftir at gera tað, sum lærararnir vænta av teimum. Meðan næmingar, sum ikki hava góða relatión til lærararnar og ikki uppliva viðurkenning, rós og at verða møttir, koma í mistrivnað og fáa verri úrtøku.
Tí er neyðugt, at teir lærarar, sum ikki hava nóg góðar relatiónsførleikar, fáa møguleika at ogna og styrkja sínar námsfrøðiligu fortreytir innan hetta økið.
Luttøka í undirvísingini
Aðalmálið í undirvísingini er, at næmingarnir í treysti til sín sjálvs nema sær kunnleika, fimi o.a. í undirvísingini, og skal hetta málið røkkast, er virkin luttøka í undirvísingini neyðug.
Luttøka í undirvísingini snýr seg bæði um, at næmingarnir eru virknir og taka lut í floksundirvísingini sum einstaklingar, men eisini um at næmingarnir eru virknir og luttakandi saman við øðrum næmingum í flokkinum, t.d. í bólkararbeiði, at loysa uppgávur saman, parlesa o.a. Tí júst virkin luttøka í undirvísingini og í felagsskapinum hevur avgerandi týdning fyri sosiala og fakliga trivnaðin hjá einstaka næminginum og øllum flokkinum (C.H. Poulsen 2023).
Didaktiska uppgávan hjá lærarunum er í hesum sambandi stór, tí málið er at fáa allar næmingarnar virknar, laga(differentiera) undirvísingina til fortreytirnar hjá tí einstaka næminginum og at skipa næmingabólkar, har allir næmingar samstarva og lyfta og læra í felag.
Uppliva næmingar ov ofta, at støðið í undirvísingini er ov høgt ella ov lágt, gongur tað út yvir hugin og treystið hjá teimum. Nakrir næmingar missa mótið, og aðrir keða seg. Málið við undirvísingini má altíð vera, at næmingar javnt og samt uppliva at eydnast og avrika og gera tað, sum lærararnir vænta av teimum. Eru fleiri næmingar óvirknir ella keða seg, gongur tað út yvir bindindi og trivnaðin hjá einstaka næminginum og út yvir trivnaðin í flokkinum sum heild. Tað førir við sær, at huglagið, samanhaldið og arbeiðsfriðurin í flokkinum verða skeiklað.
Flokkurin er felagsskapurin, har lærdómur og trivnaður renna saman
Flokkurin er felagsskapurin, har allir næmingarnir skulu kenna seg væl og skulu læra, mennast og búgvast bæði einsæris og saman við teirra floksfelagum.
Huglag, tolsemi og arbeiðslag í flokkinum má vera gott og væl skipað, samstundis sum samanhaldið næminganna millum hevur avgerandi týdning fyri sosiala og fakliga trivnaðin í flokkinum (Hansen 2011 og Lund 2017). At allir næmingarnir kenna seg at hoyra til og hava ein virknan leiklut í felagsskapinum hevur alstóran týdning fyri lærihugin, úrtøkuna og fakliga og sosiala trivnaðin hjá teimum.
Námsfrøðiliga og didaktiska uppgávan hjá lærarunum í hesum sambandi er at skapa eina felagsskapsmentan, har næmingarnir uppliva at hoyra til, duga at bera seg og áhaldandi læra og mennast persónliga og sosialt.
Uppgávan kann tykjast stór, men kortini sera týdningarmikil í sambandi við at fyribyrgja næmingafráveru. Kanningar í næmingafráveru í donsku fólkaskúlum vísa, at næmingar, sum ikki uppliva at hoyra til og luttaka í undirvísingarfelagsskapinum, eru í størri vanda at fara úr (hvørva) úr skúlanum (Lund & Winslade 2018). Og at teirra atgerð og atburður skal skiljast sum longsul eftir at hoyra til.
Tí er tað týdningarmikið, at skúlarnar áhaldandi arbeiða við at styrkja og menna eina felagsskapsmentan, har allir næmingar uppliva at hoyra til og varðveita hugin at læra og taka virknan lut í undirvísingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald