Vinna

Treystið hjá vinnuni lækkað

Treystið hjá brúkaraunum er óbroytt, men støðan er ikki hin sama hjá vinnuni. Í høvuðsheitum er tað treystið í handils- og privatu tænastuvinnunum, umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnum, sum er fallið. Treystið í byggivinnuni er hinvegin framvegis gott.

2024-03-15 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsbankin: Mynd 2.12 vísir samlaða vísitalið í føroyska búskapinum hjá bæði brúkarum og vinnu. Myndin vísir, at hóast treystið hjá brúkarunum er óbroytt, er støðan ikki hin sama hjá vinnuni. Treystitalið er lækkað úr 6 í juni 2023 til -1 í januar 2024.

Ávísin fyri tilfeingisvinnuna og annan ídnað er lækkaður eitt vet síðani seinastu kanning, og er nú -19. Tilfeingisvinnan boðar millum annað frá lægri eftirspurningi og størri goymslum av liðugtvørum, tó eru væntanir um príshækkingar. Vegna fallandi kvotu av sild, og toski í Barentshavinum, hækka prísirnir á hesum fiskasløgum væntandi í ár. Harumframt væntast ein stígur í altjóða útboðnum av laksi, ið helst merkir, at laksaprísurin hækkar.

Handilsvinnan letur verri at. Ávísin hjá handilsvinnuni í nýggjastu kanningini frá januar 2024 er -27. Handilsvinnan boðar frá stórum goymslum og væntar minni sølu í 2024. Stóri prísvøksturin hevur ávirkað handlarnar ymiskt. Smásøluvísitalið vísir, at húsarhaldini brúka meira pengar uppá gerandisvørur, hóast nøgdirnar eru falnar. Hinvegin er sølan av húsarhaldsútgerð og klæðum fallin í nøgd og virði, ið helst merkir, at tá størri partur av tiltøkupeninginum fer til mat, er minni eftir til aðrar vørur.

Ávísin hjá privatu tænastuvinnuni er fallin frá 33 niður í 19 í nýggjastu kanningini. Fallandi bjartskygnið kemur av, at privata tænastuvinnan metir, at sølan seinasta árið ikki hevur verið nøktandi. Hinvegin vísir konjunkturbarometrið, at privata tænastuvinnan er eitt vet meira bjartskygd um eftirspurningin í 2024. Ferðavinnan sigur frá, at fleiri ferðafólk hava verið í Føroyum í 2023 enn í 2022, tó er vøksturin ikki stórur. Summarið 2023 var heldur óvist, tí ferðafólk bíløgdu í seinastu løtu, men hendan gongdin tykist at vera vend, tí longu nú við ársbyrjan 2024, eru tað komnar nógvar bókingar til summarið og heystið 2024 frá ferðafólki og bólkum. Hotellini vænta ein lítlan vøkstur í gistingum komandi árið, men merkja økta kapping um at bjóða út gisting frá eitt nú Airbnb.

Vísitalið hjá byggivinnuni kvinkar eitt vet upp. Fleiri stórar verkætlanir eru í gongd og byggivinnan hevur í miðal ordrabøkur fullar 1 ár fram, ið er eitt vet lægri enn í seinastu kanning juni 2023. Onnur hvør byggifyritøka boðar frá, at trot á arbeiðsmegi er størsta forðingin í framleiðsluni, meðan ein lítil helvt boðar frá, at ongar avmarkingar eru í framleiðsluni. Búskaparráðið hevur áður gjørt vart við, at tað er heldur óheppið at tað almenna, tað vil siga land og kommunur, leggja óneyðugt trýst á byggivinnuna við at seta í gongd stórar byggiverkætlanir í góðum tíðum, samstundis sum tað privata ger stórar íløgur. Hetta tí eftirspurningurin hjá tí almenna økir uppaftur meira um eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í byggivinnuni, sum elvir til lønartrýst í byggivinnuni, og harvið dýrkar byggiverkætlanirnar hjá bæði tí almenna og privata, umframt upptekur arbeiðsmegi, ið annars kundi nøkta eftirspurningin hjá tí privata.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder