2022-12-19 20:33

Seinnapartin fór ein trailari útav vegnum á Hálsi í Sandavági
Førarin av lastbilinum kom úr bilinum í øllum góðum.
Landsverk skrivar í kvøld:

Vegna stóra vanda fyri áarlopi, verða hesir vegir stongdir í kvøld frá klokkan 21:00. Líðin oman til Tjørnuvíkar, Elduvíkarvegurin, Syrðadalsvegurin, Gjáarvegurin

Øll óneyðug koyring til Syrðadals á Streymoynni, á Kallsoynni, til Elduvíkar, eftir Gjáarvegnum og ígjøgnum líðina oman til Tjørnuvíkar verður frárádd
Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og mugu bilførarar vísa størsta varsemi.
Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í allan dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald