Havstovan: Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyrstu árini og er longu yvir 80 cm langur og vigar yvir 8 kg, tá hann er fýra ára gamal. Til samanberingar er ein toskur á føroyska landgrunninum umleið 60 cm langur og 2,3 kg, tá hann er fýra ár (Mynd 1).
Mynd 1. Toskur á Føroyabanka og á landgrunninum. Miðallongd og miðalvekt í mun til aldur hjá toskinum.
Toskurin kemur í yvirlitstrolið, tá hann er 2 ára gamal og eldri (Mynd 2). Mest er at fáa, tá toskurin er fýra ára gamal. Fáir toskar gerast eldri enn 10 ár. Tað, at smáir fiskar ikki koma í veiðina, er einki serstakt fyri tosk á Føroyabanka, men er vanligt fyri nógv fiskasløg í øðrum havøkjum. Tað er torført at vita, hví so er, tí tað er so torført at eygleiða fisk og annað livandi tilfeingi í havinum. Eitt boð kundi verið, at smáfiskur má fjala seg fyri størri fiski soleiðis, at hann ikki verður etin. Á landgrunninum fjalir smáfiskur seg í taraskóginum. Taraskógur er ikki á Føroyabanka og smáfiskurin á Føroyabanka hevur helst færri møguleikar at fjala seg og verður helst oftari etin. At vaksa skjótt fyrstu tídina er helst ein tillaging til hesar umstøður.
Mynd 2. Tal av toski í yvirlitstrolingunum (vísital) í mun til aldur hjá toskinum.
Nøgd av toski á Føroyabanka
Nøgdin av toski á Føroyabanka gjørdist sera lítil í 2004 eftir nógva vinnuliga roynd og í 2008 varð Føroyabanki friðaður fyri mest sum alla vinnuliga veiðu. Í 2020 vóru greið tekin um, at toskurin var í ferð við at koma fyri seg aftur (Mynd 3) og í 2021 var Føroyabanki opnaður fyri eina avmarkaða vinnuliga veiðu.
Mynd 3. Toskur á Føroyabanka. Nøgd av toski í yvirlitstrolingunum, mars og august undir einum.
Hvar er toskurin komin frá?
Tað hevur verið ført fram, at toskurin á Føroyabanka “er komin aftur”. Í hesum liggur, at toskurin møguliga er komin frá øðrum havleiðum. Merkingarroyndir hava verið gjørdar á føroyska landgrunninum (økið kring Føroyar) síðan 1997 og higartil er eingin av merktu toskunum fingin aftur á Føroyabanka í tíðarskeiðnum frá 2020. Hetta bendir á, at toskurin ikki er komin frá føroyska landgrunninum út á Føroyabanka. Hinvegin benda yngulkanningar á Føroyabanka á, at toskurin alla tíðina hevur verið á Føroyabanka. Flestu av toskunum, sum eru fingnir eftir 2020 eru gýttir í 2015 til 2018. Hetta eru fyrstu ár, sum góvu líkinda nøgd av toskayngli síðan 2004. Verður hugt at øllum árgangum síðan 1993 er gott samsvar millum nøgd av toskayngli og ta nøgd, sum verður fiskað av árganginum seinni í lívinum. Tað er tí mest sannlíkt, at toskurin á Føroyabanka hevur verið har alla tíðina og ikki er komin frá øðrum havleiðum.
Mynd 4. Toskur á Føroyabanka. Toskayngul í yngulkanningunum í juni/juli samanborið við nøgd av toski frá sama árgangi, sum er fingin í yvirlitstrolingunum nøkur ár seinni (vísital).
Samanumtøka
Tann brádliga økingin av toski á Føroyabanka í 2020 reisir spurningin, hvar hesin toskur er komin frá. Tað er sjáldsamt at fáa smáan tosk á Føroyabanka við línu, snellu ella troli. Frásagnir frá fiskimonnum benda á, at soleiðis hevur tað altíð verið. Ein orsøk er, at toskurin veksur so skjótt, men eisini, at smáur fiskur hjá nógvum fiskasløgum í nógvum havøkjum er torførur at fáa í fiskireidskapi. Tað greiða sambandið millum nøgd av toskayngli og nøgdina, sum seinni er fingin av hesum toski, er greið ábending um, at toskurin á Føroyabanka ikki er komin frá nøkrum øðrum havøki, men hevur hildið seg á Føroyabanka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald