Vinna

Tørvur á eini javnari íløgugongd

Føroyski búskapurin, sum bæði er pinkulítil og ein tilfeingisbúskapur, sveiggjar nógv. Fyri at mótvirka sveiggjunum krevjast støðugir útreiðslukarmar.

2022-09-16 15:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Myndin niðanfyri vísir íløguútreiðslurnar, sum eru undir almennum ræði, tað vil siga hjá landi, kommunum, sosialum grunnum og ríki, umframt fyritøkum undir almennum ræði, undir einum [1]. Myndin vísir, at framdu almennu íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, bæði hjá landi, kommunum og hjá fyritøkum undir almennum ræði. Tá tað gongur væl í búskapinum (2014 og fram) veksa íløgurnar, og tá tað gongur verri (eftir 2008), minka íløgurnar. Íløgurnar eru tí við til at gera sveiggini í búskapinum uppaftur størri.

Tað er umráðandi, at tað almenna undir einum strembar eftir eini støðugari gongd í almennum íløgum fyri at stabilisera gongdina í búskapinum. Tað vil siga, at íløgurnar skulu vera á einum jøvnum støði uttan mun til, hvussu tað annars gongur í búskapinum.

Bæði land og kommunur hava tørv á miðvísari stýring og samskipan av íløgum, eins og tørvur er á samskipan av íløguvirkseminum hjá fyritøkum undir almennum ræði. Sum myndin vísir, hevur tað ikki gingið væl at halda eina javna íløgugongd hesi 18 árini (2003-2022).

[1] Talan er um íløgur samsvarandi tjóðar­rokn­skapar­uppgerð og ikki roknskapar­uppgerð. Tjóðarroknskaparligu íløgurnar eru størri enn roknskaparligu íløgurnar; m.a. er alt Landsverk og viðlíkahald, herundir keyp av útbúnaði, sum eru rakstrarkostnaðir í landskassaroknskapinum, roknað sum íløgur í tjóðarroknskapinum.

Les meira í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder