Vága kommuna ynskir at menna umhvørvið fyri einum fjøltáttaðum vinnulívi, fyri at styrkja ein vinnuligan vøkstur í kommununi. Í hesum sambandi ynskja vit at kanna áhugan millum borgarar og íverkstararar í kommununi fyri at leggja lunnar undir eitt spírandi umhvørvi til íverkstarar.
Endamálið við einum íverkstarahúsi er, at stimbra undir menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívi. Hetta verður gjørt við at veita íverksetum góðar karmar, har rúm verður fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Eggjað verður til at virka og deila vitan. Vinnan hevur ymiskan tørv og ymiskar avbjóðingar. Tankin er at húsið skal veita eina tænastu til tey sum hava eitt hugskot, og til framhaldandi menning av fyritøkuni.
Ráðgevar verða knýttir at húsinum, og ráðgevingin verður ókeypis. Eingi mørk verða sett fyri hvør kann fáa ráðgeving. Afturat verður ein røð av uttanhýsis serfrøðingum og mentorum til taks. Hesir kunnu heitast á, um serstøk ráðgeving er neyðug.
Samvirkanin millum íverksetar, sum veita hvørjum øðrum hjálp og tænastur, økir um kreativitetin og stimbrar virkishugin hjá íverksetunum. Skipað verður eisini fyri ymiskum viðkomandi verkstovum, í tøttum samstarvi við aðrar aktørar innan nýhugsan og íverksetan.
Íverksetarar kunnu leiga seg inn til eitt skrivstovupláss við atgongd til allar hentleikar so sum internet, printara, fundarhøli og ein lítlan felags køk. Somuleiðis skal vera møguligt hjá fólki, sum javnan arbeiða heimanífrá, at kunna koma til eitt ‘drop-in’ skrivaraborð.
Kanningin er fyrst og fremst ætlað teimum ið búgva í Vága kommunu, men um tú hevur tilknýti til økið, ella til dømis ert lesandi ið kemur heim at lesa til roynd ella at arbeiða við verkætlanum, ert tú eisini vælkomin at svara.
Kanningin verður gjørd fyri at fáa greiðu á um tað er ein tørvur fyri einum slíkum húsi í kommununi, og um so er, hvør tørvurin er.
Svarini í kanningin eru dulnevnd, og ikki bindandi. Um tú skrivar navn og teldupost í niðastu spurningarnar, tilskila vit okkum rætt til at senda tær ein uppfylgjandi teldupost við kunning um tilboðið, um tað verður veruleiki.
Kanningin er gjørd í samstarvi við VisitVágar.
Svara tørvskanningini við at klikkja her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald