2025-10-01 09:27

Mánadagin undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og sp/f Landleiðin undir 12 ára sáttmála um ruskinnsavning í kommununi.
Sáttmálin kemur í gildi 1. oktober 2026.
“Vit gleða okkum til samstarvið við Landleiðina,” sigur Elsa Berg, borgarstjóri, og vísir á, at hetta er eitt av fyrstu stigunum at flyta tungu ferðsluna hjá kommununi yvir til varandi orku.
Jón Thomasen, stjóri í sp/f Landleiðini, sigur, at felagið fer nú at keypa sjey nýggjar ruskbilar – og tað verða elbilar.
“Tað síggi eg onki ræðandi í. Teir larma og dálka minni, og tað kann bara vera ein fyrimunur."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald