Vinna

Tórgerð Jallgrímsdóttir er sett í starv sum deildarleiðari hjá VEKS

Nýggjur deildarleiðari fyri Korndalsbýlið og heimtænastuna í bygdunum á Eysturoynni

2023-09-21 12:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

VEKS skrivar:

Tórgerð Jallgrímsdóttir er sett í starv sum deildarleiðari í økinum.

Hon byrjar í starvinum mikudagin 1. november.

Tórgerð er 40 ára gomul og býr á Eiði.

Tórgerð hevur lokið útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2012, umframt at hon hevur aðrar viðkomandi útbúgvingar.

Hon hevur starvast í heilsuverkinum síðani í 2005, – seinastu nógvu árini á Landssjúkrahúsinum.

Í umsókn sínari sigur hon m.a. soleiðis:

”Eg havi góðar førleikar at vísa á,.., so tit fáa ein nærlagdan starvsfelaga, ið gongur sera høgt upp í sítt arbeiði”.

Vit bjóða Tórgerð hjartaliga vælkomin í starv hjá VEKS.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder