Politikkur

Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk

Fyrradagin skrivaði Torbjørn Jacobsen eitt lesarabræv, har hann ferð eftir ferð undirstrikaði at Helgi Abrahamsen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir og undirritaði hava lagt uppskot fram, sum er byrjanin til “solidarisku jarðarferðina” hjá SEV.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2025-01-16 07:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er beinleiðis ósatt, tí uppskotið sum vit trý hava lagt fram í Løgtinginum, er tað sama, sum Torbjørn útgreinar í mynd 1:

[object Object]

Hetta er sambært semjuskjalinum, sum Torbjørn, vegna Kommunufelagið, sjálvur hevur skrivað undir. Og hetta er eisini tað sum vit trý hava lagt fram.

Av onkrari orsøk, sum eg ikki kenni til, so manipulerar Torbjørn allar føroyingar til at halda, at uppskotið snýr seg um at knúsa net-monopoli hjá SEV, sum á mynd 2:

[object Object]

Hetta er ikki ætlanin og hesum taki eg ikki undir við.

Onkur hevur víst á ein setning í lógartekstinum í okkara uppskoti, har eitt orð møguliga manglar, men tað rættvísgerð á ongan hátt, at Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk á henda hátt.

Eg frábiði mær at vera undirlagdur at vilja knús SEV og byrja eina “solidariska jarðarferð”.

Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder