Mentan

Tóra Djurhuus vart ph.d. á Københavns Universitet

Fríggjadagin 3. juni vardi Tóra Djurhuus ph.d.-ritgerð sína um bretska euroskepsis og endurminningina um heimsveldið á Københavns Universitet.

2022-06-09 14:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Ritgerðin er tvørvísindalig og sameinir hugtøk og teori frá ymiskum akademiskum økjum so sum memory theory, British Euroscepticism, national identity og narrative discourse analysis. Hesi verða øll nýtt í eini nágreiniligari analysu av gjølla útvaldum euroskeptiskum keldum. Ritgerðin kannar hvussu, og í hvønn mun, endurminningin um bretska heimsveldið hevur ávirkað bretska euroskepsis og hvussu hetta kom fram undir Brexit atkvøðuni í 2016. Ritgerðin kemur til tað niðurstøðu, at bretska heimsveldið ofta varð nýtt sum grundgeving ímóti evropiska samstarvinum í 1960num og 70unum, men at hesar grundgevingar hvurvu eftir fólkaatkvøðuna í 1975. Tað var ikki fyrrenn eftir at David Cameron lovaði eina nýggja fólkaatkvøðu í 2013, at bretskir euroskeptikarar aftur byrjaðu at nýta endurminningina um heimsveldið. Tó kom hendan nútíðar útleggingin av heimsveldinum einamest til orða ígjøgnum tilvísingar til altjóða sambond og altjóða fríhandil. 

Verjan gekk sera væl. Tóra Djurhuus fekk nógv rós fyri bæði framløguna og sjálva ritgerðina, ið varð mett at hava stóran empiriskan týdning fyri framtíðar gransking í bretskari uvroskepsis og Brexit.

Tóra Djurhuus hevur verið innskrivað á Institut for Engelsk, Germansk og Romansk á Københavns Universitet.

Vegleiðarar hava verið:

Sara Dybris McQuaid, lektari á Aarhus Universitet
Astrid Rasch, lektari á Norwegian University of Science and Technology
Stuart James Ward, professari á Københavns Universitet

Í metingarnevndini vóru:

Peter Leese, lektari á Københavns Universitet, formaður
Mark Eaton, lektari á Aarhus Universitet
Elizabeth Buettner, professari á University of Amsterdam

Robert Rix, lektari á Københavns Universitet, leiddi verjuna.

Heitið á ritgerðini er: “The Legacy of the Past in Brexit Britain - A study of the influence of the cultural memory of empire on British Euroscepticism”. Ritgerðin kann lesast her 

Tóra Djurhuus arbeiðir nú sum fulltrúi á Sendistovu Føroya í London.

Kelda: Gransking.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder