2026-05-31 21:03
Tór-Ingar kennir føroyskan fótbólt væl og hevur góðar fortreytir fyri at taka við uppgávuni sum høvuðsvenjari. Tór-Ingar er eitt kent andlit í felagnum bæði sum hjálparvenjari hjá besta liðnum og sum venjari hjá næstbesta liðnum við uppflyting úr 2. upp í 1. deild. Sum leikari hevur hann umboðað felagið í meira enn 200 dystum og kennir tí væl til umstøðurnar, felagið og tað arbeiðið, sum verður gjørt kring besta liðið.
Setanin av Tór-Ingari er í tráð við langtíðarætlanina hjá felagnum, ið m.a. er menna felagið bæði á og uttanfyri vøllin.
Ein týðandi partur at menna felagið verður at geva lokalum leikarum bestu møguleikar at mennast og taka stigið inn á besta liðið. Hetta verður gjørt við at geva hvørjum einstakum leikara góðar fortreytir at menna seg á teimum plássum og í teimum leiklutum, sum hóska best til hansara eginleikar. Við einari greiðari kós er málið at skapa eitt umhvørvi, har bæði einstaklingar og lið kunnu mennast.
Felagið hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at byggja upp ein góðan felagsskap. Tí verður dentur framvegis lagdur á at hava eina góða mentan kring liðið og felagið sum heild, har arbeiðssemi, samanhald og gleðin við fótbólti eru týdningarmikil virði.
Vit ynskja Tór-Ingari vælkomnum í starvið og síggja fram til samstarvið saman við leikarum, venjaratoymi, sjálvbodnum, stuðlum og øllum teimum, sum eru partur av 07 Vestur.
Saman byggja framtíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald