Mentan

Tómar hendur

”Gríp hitt æviga lívið, sum tú varðst kallaður til” Fyrra bræv Timoteusar, kapittul 6

2026-04-19 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru tvey ting, ið ræður um hjá einum málmanni á einum fótbóltsliðinum, um hann skal halda málið reint. Fyri at kunna taka bóltin má hann vera har, ið bólturin kemur. Tað eitur í bóltspæli at vera ”rætt plaseraður”. Og hann má hava tómar hendur at lofta bóltinum við. Tað nyttar heldur einki, at hann er har bólturin kemur, um hann stendur við fullum hondum av øllum øðrum.

Orðið hjá ápostlinum um ”at grípa hitt æviga lívið” er vist eitt orðafelli, ið er lánt frá eini ella aðrari ítróttargrein. Tí er tað í tráð við hansara hugsanarhátt, tá ið vit siga, at eisini vit skulu vera rætt plaserað fyri at kunna grípa tað æviga lívið. Hetta er í Jesusi Kristi. Hann er lív okkara, sigur sami ápostul. Fyri at vera rætt plaseraður mugu vit tí vera, har Jesus er. Tá ið vit eru, har hann hevur lova at vera, t.d í hansara trúgvandi kirkjulið, eru vit væl plaserað. Har er møguleiki at kunna grípa tað æviga lívið.

Men vit mugu eisini hava tómar hendur fyri at kunna grípa tað. Einki nyttar, at vit hava hendurnar fullar av øllum tí, vit eiga, so at vit ikki hava pláss til tað, ið hann vil geva okkum. Vit eiga at sleppa okkara egna. Gáva hansara skal ikki vera eitt ískoyti til tað, ið vit sjálv kunnu útinna. Hon skal vera alt. Hava vit hendurnar fullar av egnum góðum gerningum og halda at vit koma í Guðsríki við hjálp av teimum, hava vit einki pláss til tað, ið aleina kann hjálpa okkum hagar. Ein sangur er: ”Skal eg fara við tómum hondum?” helst meint á ein annan hátt. Jú við tómum hondum skulu vit møta Guði ein dag. Alt tað, ið vit hava savna at hava við okkum inn fyri Guð at vísa fram, er virðisleyst. Tað er fátækum syndarum, hann er komin at bjarga. Tað eru tær tómu hendurnar, ið rættar eru fram, sum hann vil fylla við gávu síni.

John S Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder