2023-01-13 14:32
Á flogvøllinum vórðu tvey fólk tikin, annað í gjárkvøldið, hitt í fyrrakvøldið. Tey royndu at smugla í alt 1,6 kilo av hassji. Fólkini hava fingið straksdóm og eru farin í fongsul í ávikavist 30 og 90 dagar.
Í farnu viku kom tolleftirlitið hjá TAKS fram á tveir postpakkar, sum innihildu eitt hálvt kilo av hassji, innpakkað sum gáva. Hesi mál eru til kanningar hjá løgregluni.
Nógv hassj verður smuglað til Føroya. Í fjør varð hald lagt á 46,5 kilo, tað mesta nakrantíð.
Hevur tú vitan ella mistanka um smugling av rúsevni?
Tú kanst trygt boða tolleftirlitinum hjá TAKS frá. Les hvussu á www.taks.fo/fraboda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald