Vinna

Tjaldið sleipaði bát á Miðvág og Lív sleipaði bát á Havnina

Tveir bátar høvdu brúk fyri sleipi í gjár.

2025-08-15 07:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 11:10 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið tekniskar trupuleikar vestanfyri. Boð blivu send eftir Tjaldrinum, sum sleipaði útróðrarbátin á Miðvág. Uppgávan tók 12 tímar og 20 minuttir.

Klokkan 13:45 fekk MRCC aftur eina fráboðan, at ein bátur hevði brúk fyri sleipi. Boð blivu send eftir Lív, sum fór eftir bátinum, sum var staddur eystanfyri. Lív sleipaði bátin á Havnina. Uppgávan tók 3 tímar og 20 minuttir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder