2022-05-18 15:50
Tað er ómetaliga týdningarmikið fyri eitthvørt land, at ungfólk støðast í landinum. Tað er gevandi fyri samfelagið og ein fortreyt fyri samfelagsmenningina sum heild.
Vit kenna tað frá søguni, at fara ung av landinum at útbúgva seg eru sannlíkindini fyri, at hesi fólk búseta seg uttanlands nógv størri, enn um fólk útbúgva seg í Føroyum.
Tí er gleðiligt, at útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum eru mentir og styrktir seinnu árini.
Nú er tíðin komin til at fáa umstøðurnar hjá lesandi betri, og kjarnin í hesum er at tryggja nøktandi tal av næminga-og lestrarbústøðum. Næminga-og lestrarbústaðir, sum eru í eini príslegu, sum lesandi og lærlingar hava ráð til.
Stórur tørvur er á næminga-og lestrarbústøðum, og tað er sera dýrt hjá hesum bólki at leiga, sum hava avmarkað fíggjarligt rásarúm at gjalda av.Høga kostnaðarstøðið, bøkur, sosialt lív, innbúgv v.m. ger tað sera trupult, ella ógjørligt at dekka leigukostnaðin við lestrarstuðlinum.
Fáa vit ikki loyst bústaðartrupulleikan hjá lesandi, er vandi fyri,at talið á ungum fólki, sum ætla at útbúgva seg í Føroyum, minkar, tí tey heldur flyta av landinum í útbúgvingarørindum.
Hesum kunnu vit fyribyrgja við at hava nøktandi tal av næminga-og lestrarbústøðum kring landið.
Hóast vit hava skúlaheim, næmingabústaðir og lestrarbústaðir í Føroyum,er talið á hesum langt frá nøktandi. Tað er trupult at finna nakað yvirlit yvir næminga-og lestrarbústaðir í Føroyum, men ein leyslig uppteljing er, at tað eru undir 300 lestrarbústaðir í Føroyum.
Tað er tørvur á at fáa lagt útbygging av lestrarbýlum í eina fasta legu soleiðis, at vit gera langtíðarætlan á økinum, sum sigur, hvussu nógv vit byggja árliga, og hvar. Soleiðis tryggja vit, at vit hava gott grundarlag fyri at ung útbúgva seg og støðast í Føroyum.
Sirið Stenberg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald