Vinna

Tiltak um vinnumøguleikar í Grønlandi

.

2026-06-11 21:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Aðalfundur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og tiltak um vinnumøguleikar í Grønlandi verður í Vinnuhúsinum mánadagin 15. juni

Mánadagin 15. juni kl. 14 verður árligi aðalfundurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Beint eftir aðalfundin verður tiltak um vinnuligar møguleikar í Grønlandi.

Tiltakið verður skipað sum samrøður við føroysk vinnulívsfólk, sum hava kunnleika til Grønland og grønlendska marknaðin.

Tey fara millum annað at greiða frá, hvussu tey síggja møguleikarnar í Grønlandi, og hvat tey fingu burturúr ráðstevnuni Future Greenland, sum varð hildin í Nuuk síðst í mai.

Í panelinum eru:

  • Jørgin Jacobsen, stjóri í Sandship
  • Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka
  • Kristian Stórhamar, eigari og prosjektleiðari hjá KSMS ApS

Tiltakið byrjar umleið kl. 15 og endar umleið kl. 15.45.

Vinnuhúsið skipar í døgunum 29. september til 2. oktober fyri handilsferð til Grønlands, og stórur áhugi er fyri ferðini. Higartil hava 100 fólk frá fleiri enn 50 føroyskum fyritøkum meldað seg til.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder