Vinna

Tiltak um vinnuliga burðardygd: Frágreiðingar um burðardygd

Tiltakið um burðardygd, sum eftir ætlan skuldi vera í Vinnuhúsinum 16. september, er flutt til hósdagin 6. oktober kl. 14:00 - 15:30 í Gulu Smiðju í Saltangará.

2022-08-30 10:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Hósdagin 6. oktober kl. 14:00 skipar Vinnuhúsið fyri triðja tiltakinum í ár um menning av burðardygd í tínari fyritøku. Hesuferð fáa luttakararnir kunning um tey týdningarmestu rákini innan frágreiðingar/rapportering um burðardygd.

Tiltakið um burðardygd, sum eftir ætlan skuldi vera í Vinnuhúsinum 16. september, er flutt til hósdagin 6. oktober kl. 14:00 - 15:30 í Gulu Smiðju í Saltangará.


Limafyritøkur í Vinnuhúsinum fáa høvi at kunna seg um tey týdningarmestu rákini innan fagreiðingar um burðardygd í fyritøkuni. Tað verður kunnað um leiðreglurnar fyri, hvussu best practice er innan frágeiðingar/rapportering um vinnuliga burðardygd.


Skeiðshaldarar eru Óli Joensen, Januar, og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd.


Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi mánadagin 3. oktober við at senda ein teldupost til [email protected] ella ringja 309900.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder