Tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2023 er latið Fiskimálaráðnum. Við støði í umsitingarætlanini frá 6. mai 2019 mælir Havstovan til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri Bólk 2 (lemma- og partrolarar) verða øktir við 5% og fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 (lína, snella, trol á landleiðini) verða skerdir við 5%.
Í november mælti altjóða havrannsóknarstovnurin ICES til, at eingin toskur á Landgrunninum verður fiskaður í 2023 og í 2024. Hetta hevur avbjóðingar við sær, tí toskur verður fiskaður í línufiskiskapi eftir hýsu og trolfiskiskapi eftir upsa. Havstovan mælir til at ávísar rammur verða settar fyri at hýsa og upsi kunnu fiskast, uttan at ov nógv av toski er uppií. Hetta kann t.d. gerast við hjáveiðureglum ella økisfriðingum fyri annaðhvørt ávísan reiðskap ella ávisar skipabólkar.
Á Føroyabanka mælir Havstovan til, at fiskidagatalið í 2023 verður 200 dagar við bæði stórum og smáum fiskiførum, sum fiska við húki. Í 2020-21 var tó meira at fáa av toski í yvirlitstrolingunum á Føroyabanka, sum bendi á, at toskastovnurin var í ferð við at koma fyri seg aftur, aftaná at hava verið undir minstamarki í 15 ár. Føroyabanki tolir lítið av roynd, og Havstovan mælir til at farið verður varisliga fram.
Tilmælið sæst við at trýsta her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald