Vinna

Tilfongisgjald

Eg eri ikki tilhangari av tilfongisgjaldi, men um tað skuldi verið, so skuldi tað farið í ein grunn til frama fyri fiskivinnuna, endurnýggja osv eins og Normenn og EU hava grunnar til tað.

2022-12-03 23:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava fiska knapt 1000 ts hendan túrin í rundari vekt harav skulu vit betala 0,85 oyru pr kg = ca 850 tús kr í tilfongisgjaldi.  

Tað løgna er at gjaldi er av øllum fiskasløgum. 

Ikki er loyvt at blaka fisk út aftur og sum t.d. Blágómur-Tindaskøta –skrubba sum mestsum ongin prísur fæst fyri skal man eisini betala 0,85 kr/kg tvs at vit skullu direkta  betala fyri at fiska ????

Tá tilfongisgjaldi bleiv ásett var sagt at tað skuldi regulerast um t.d. oljuprísurin  broyttist, men hóast oljan er tvífalda so havi eg onki hoyrt um minni tilfongisgjald nú . Men tvørtímóti rópa ávísir polittikkarar um at  vinnan skal betala meir tilfongisgjald ella kalla tað skatt  ??

Hetta skilji eg so als ikki og kann als ikki taka undir við


Bjarni Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder