Mentan

Tilboð til barnakonur um koppseting fyri RS-virus

Nú kunnu barnakonur í Føroyum fáa ókeypis koppseting fyri RS-virus. RS-virus er ein smitta í andaleiðini og hevur aloftast við sær mild sjúkutekin eins og krím. Í nøkrum førum kann RS-virus elva til álvarsliga sjúku, serliga hjá pinkubørnum.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2025-10-28 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá ið barnakonur koppsettar, verða andevni førd víðari til barnið. Soleiðis verður barnið vart móti sjúkuni fyrstu mánaðirnar eftir føðing, tá ið barnið er serliga viðbrekið.

Barnakonur kunnu fáa ókeypis koppsetingina fram til 31. januar 2026. Koppsetingin verður vanliga gjørd hjá kommunulæknanum í viku 32 av viðgongutíðini.

Endamálið er at verja minstu børnini, serliga um veturin, tá RS-virus oftast ger um seg. Mælt verður til, at allar barnakonur taka av tilboðnum.

Meira kunning um koppseting fyri RS-virus fæst við at venda sær til egnan kommunulækna.

Heilsustýrið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder