Annað

Til minnis um Niclas Kaj Frederiksen

Niclas Kaj Frederiksen ella Kaj, sum vit kallaðu hann, var borin í heim í 1967.

2025-05-25 20:55 Author image
Georg Hansen
placeholder

Hann var sonur Elsipu Jóhonnu og John Frederiksen og triðielstur av 5 systkjum. Hini eru Edvard 1960, Jógvan Súni 1963, Sofía Nicolina 1969 og Elsa í 1974.

Mær hevur altíð dámt væl børn, so eg plagdi onkuntíð at passa Kaj, tá hann var lítil. Hann var sum børn flest, tó kanska meira róligur og góðsligur, einki vas.

Børnini tá á døgum máttu sjálv finna uppá spøl v.m. fyri at stytta sær stundir. Eitt, sum vit plagdu at gera í hoyna, var at loypa niður í súrhoyggjabrunnar, tá fitt av hoyggi var komið í botnin, so vit ikki meiddu okkum. Brunnarnir vóru høgir, so lopini kundu vera hareftir, serliga um eingin vaksin var til staðar, tá kundu kjansir vera tiknir.

Kaj var 9 ára gamal (1976) tá hann var farin einsamallur yvir í súrhoyggjbrunnarnar at spæla. Tann eini brunnurin var næstan tómur, bert eitt ella tvey less vóru í honum. Óroyndur sum hann tá var, leyp Kaj í henda brunnin og meiddi sær bein og rygg. Ikki slapp hann uppaftur sjálvur, men lá í brunninum, inntil fólk funnu hann. Hann beit pínuna í seg og fór oman til Magna at spæla. Foreldrini fingu einki at vita um óhappið, fyrr enn Kaj dagin eftir var farin á kajina við pápa sínum, tá duttu beinini knappliga undan honum og hann mundi dottið á sjógv.

Tey søktu sær læknahjálp og Kaj var fyrst innlagdur á Landssjúkrahúsið í umleið 2 mánaðir,  síðan sendur til Danmarkar. Hann kom ongantíð ordiliga fyri seg eftir hendingina, nei skaðan mátti hann dragast við restina av lívinum og hesin darvaði honum almikið; serliga var trupult hjá honum at íðka ítrótt og onnur uttandura spøl sum barn. Tó so, hann spældi við í øllum vanligum spølum og hevði nógvar vinir.

Kaj dámdi væl at arbeiða uppá knallertir og bilar og hevði gott skil og handalag til hetta eisini. Ein trupulleiki var tó, at hann hevði so góðar kreftir, at hann mangan snaraði boltarnar av, tá hann skuldi stramma teir.

Hann dugdi sera væl at koyra, serliga traktor. Tá vit pløgdu til eplaveltur, var umráðandi at tann, sum koyrdi traktorin, ið dró plógvið eftir sær, koyrdi beint, so reimarnar blivu beinar. Hetta dugdi eingin betur enn Kaj, hann koyrdi so snórabeint.

Hann gekk høgt uppí at velta eplir og var sera vælgjørdur eisini. Hann syrgdi fyri at heinta øll eplini upp, eisini tey allar smæstu, so gæsnar ikki løgdust í veltuna, (tær hava verið ein plága fyri tey sum velta í nógv ár). Tá hann sproytaði móti svartaspillu, sproytaði hann eisini á undirsíðuna á slokkunum, har skuldi einki latast tilvildini at ráða yvir.

Kaj dámdi sera væl at fiska í frítíðini, serliga flatfisk. Tey áttu fýramannafarið Rygshøvdi, sum m.a. Heini bróður og hann plagdu at seta gørn við um sumrarnar. Væl lá fyri, teir fingu hópin at fiski.

Kaj var ungur, hann byrjaði at arbeiða. Pápin átti skip, Aldubáruna, sum hann keypti í 1971. Kaj var bert stórur smádrongur, tá hann byrjaði at egna.

Tá hann var liðugur við 10. flokk, fór hann við Giljanesi sum dekkari og var við har eini tvey ár.

Í 1981 fór Aldubáran í Eystursjógvin at fiska. Kaj fór við Aldubáruni sum dekkari umleið 1986. Mitt í nítiárunum fór hann uppá skúla, fyrst á háskúla í Bjerringbro og síðan til Esbjerg á skiparaskúla. Har kom hann at ganga í sama flokki sum Dánial Johansen, eisini úr Miðvági. Hann fekk skiparaprógv í mars 1996. Eisini í skúlanum var hann sera nærlagdur, m.a. fekk hann 13 í navigatión. Meðan hann gekk á skiparaskúla, helt hann nógv saman við barndóms vininum John S. Hansen, sum búði í Esbjerg um ta mundi. Teir vóru saman nærum hvørt vikuskifti. Har búðu eisini aðrir miðvingar um ta mundi, sum hann fylgdist við.

Eftir lokið  prógv fór hann aftur í Eystursjógvin, har hann sigldi sum yvirmaður við Aldubáruni og Ørvi, sum John eisini hevði keypt. Har var hann, til teir noyddust at gevast vegna fiskaloysi og skipini vóru seld.

Síðan sigldi Kaj eini 4 ár í Noreg, áðrenn hann fór á flakavirkið Snarfrost at arbeiða. Eisini hetta arbeiðsplássið hjá Kaj var rakt av fiskaloysi. Snarfrost mátti, sum flestu onnur flakavirki í landinum, snara lyklinum í 2008.

Nú var Kaj arbeiðsleysur eina tíð, til hann fekk starv sum arbeiðsmaður hjá kommununi. Her prógvaði hann sítt virði sum arbeiðsmaður. Hann segði ikki nei til nakra uppgávu og mangan sást tú hann gera tey mest skitligu og ótakksomu arbeiðini, men hann gramdi seg ikki.

Tá so nýggjur skúli skuldi byggjast á Giljanesi, var avgjørt at skerja talið av arbeiðsmonnum hjá kommununi. Aftur her var Kaj raktur og mátti ganga arbeiðsleysur eina tíð, inntil hann fekk starvið at røkja umhvørvisplássið hjá kommununi.

Hetta starv røkti hann so í nøkur ár, til hann kom út fyri eini arbeiðsvanlukku. Jarnbingjan var vorðin full og latin aftur, tá onkur kom á umhvørvisplássið við eini vaskimaskinu. Sterkur sum Kaj var, tók hann vaskimaskinuna og tveitti hana upp í bingjuna. Hetta skuldi hann ikki havt gjørt, tí hann var so óheppin at fáa opið brokk av takinum. Kaj var lítillátin maður og   segði ikki frá um skaðan, fyrr enn rúm tíð var gingin. Hann gekk við skaðanum og fór ikki til lækna, fyrr enn fleiri mánaðir eftir tilburðin. Skaðin var so stórur, at Kaj gjørdist óarbeiðsførur av honum.

Hann var sosialur maður, so hóast hann var givin at arbeiða, helt hann tætta sambandi við fyrrverandi arbeiðsfelagar sínar og var saman við teimum til kaffi og aðra samveru. Magna Thomassen vitjaði hann dagliga, eins og hann samskifti við nógv onnur, hann kendi væl.

Tó, skjótt fekk hann nú eisini aðrar avbjóðingar við heilsuni, og hóast hann royndi at vinna sær heilsubót, beyðst ikki bøtur. Hann gjørdist illa sjúkur og doyði 18/10-2021 bert 54 ára gamal.

Seinasta tíðin hjá Kaj, gjørdist trupul fyri hann, men nú hevur hann fingið frið, og hvílir heima hjá Harranum.

Svárt er tað hjá tykkum John og Elsipu Jóhonnu at missa sonin, sum tit hava verið so tætt knýtt at, eins og tað er hjá systkjum við familjum. Eisini tit vinir hansara Magni og Heini og fleiri við tykkum hava mist ein hollan vin, sum hevur týtt nógv fyri tykkum.

Friður verið við minninum um systkinabarnið Kaj.

Georg

P.S.

Gravsteinurin hjá Kaj hevur eina serliga søgu. Hann var við Ørvi tá, teir royndu við flótitrolið, Kaj hevði vakt, meðan John fór at leggja seg. Tá teir hálaðu, var ein vakur steinur ì trolinum.

Steinurin bleiv tikin niðan í havan hjá familjuni í Nexø á Bornholm, har stóð hann í fleiri ár. Tá tey seldu húsini og fluttu aftur til Føroyar, vildi grannin hava steinin, tí hann var so vakur helt hann. Steinurin stendur so í havanum hjá grannanum í fleiri ár.

Tá Kaj doyr helt grannin, at tey áttu at brúkt hann til gravstein, og so var gjørt, steinurin var sendur heim til Føroyar, koyrdur til Skopunar har teir settu navn o.a. á hann. Eisini var ein fótur gjørdur undir hann.

[object Object]

Gravsteinurin hjá Kaj

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder