Mentan

Til minnis um Jørmann Petersen

Jørmann varð føddur 1972 og vaks upp í Sandavági hjá foreldrunum Onnu Sofíu og John Petersen.

2023-02-16 09:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Hóast vitandi um drúgva sjúkralegu, so komu boðin dáttliga við, at okkara góði starvsfelagi, Jørmann Petersen, var farin frá okkum í lívsins besta blóma.

Jørmann varð føddur 1972 og vaks upp í Sandavági hjá foreldrunum Onnu Sofíu og John Petersen.

Sum 17 ára gamal flutti hann til Havnar at ganga á handilsskúla. Tøl vóru hansara styrki og høvdu hansara stóra áhuga, so tað lá í kortunum, at tað var tølum, sum hann fór at arbeiða við seinni í lívinum.

Jørmann tók hægri handilsskúla í Havn og fór í læru hjá Grann­skoð­ara­felagnum Rasmussen & Weihe, sum Nota kallaðist tá.

Í 1997 fór hann til Dan­markar til víðari lestur, har hann tók cand.merc.aud.-prógv í 2002. Og seinni gjørdist hann statsautoriseraður revisor.

Hann hevði í fleiri ár saman við øðrum granskoðarafyritøku, áðrenn hann kom í starv hjá Tórshavnar kommunu, arbeiddi á Fiskimálaráðnum og var eitt skifti stjóri í Havnar Timburhandli.

Her hjá okkum í kommununi var hann fíggjarfultrúi fyri teknisku fyrisiting. Hann hevði sostatt eftirlit við rakstri og verkætlanum hjá tekniska stjóra og øllum rakstrarleiðarunum.

Hetta er eitt stórt ábyrgdarøki, sum samanlagt umsitur hundraðtals miljónir. Hetta var eitt álitisstarv, hann røkti til fulnar. Hjá honum var stutt frá tanka til handling.

Jørmann var blíður, róligur og fyrikomandi. Dugdi væl við menniskjum, var arbeiðssamur og hjálpsamur og hevði stórt fólkatekki. Starvsfólk kendu seg væl sum starvsfelagar, hann var ein liðleikari, positivur av lyndi og kendur fyri sín smittandi látur.

Tað er ein stórur missur fyri kommmunalu fyrisitingina, at Jørmann er farin. Tó leita tankar okkara fyrst og fremst til døtrarnar og tey nærmastu, sum hava mist so ómetaliga nógv í seinastuni.

Í djupastu samkenslu við tykkum, sum hava mist, lýsa vit frið yvir minnið um Jørmann Petersen.

Heðin Mortensen

borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder